Teir somalisku sjórænararnir hótta við at hevna teir tríggjar sjórænararnar, sum amerikanskir herflotamenn skutu, tá teir fríaðu Richard Phillips, skipara Sjórænararnir eru sera misnøgdir við amerikonsku framferðina, tí álopið bleiv sett í verk, meðan ein av sjórænarunum var umborð á amerikanska herskipinum Bainbridge og tingaðist um treytirnar fyri at lata Richard Phillips leysan.
Men ístaðin fyri at samráðast við hann tóku amerikanararnir sjórænaran til fanga og skutu hinar tríggjar, sum vóru í bjargingarbátinum saman við amerikanska skiparanum.
Amerikanski herflotin sigur, at ein av sjórænarunum siktaði eftir Richard Phillips, og tí fingu hermenninir boð um at skjóta.
Somaliskir sjórænarar hava rænt meiri enn tólv onnur skip og hava mist 200 útlendskar sjómenn gíslar. Summir eygleiðarar halda, at amerikanska álopið kann gerast hættisligt fyri hinar gíslarnar.