Sjóvevur aftur á skránni í Leikalund

Tey, ið ikki náddu tað í vár, fáa nú høvi at síggja leikin Sjóvevur, sum vann sjónleikaranum Eyð Matras Ársins Herðaklapp frá Tjóðpalli Føroya



Í samband við 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu og Sjómannadagin, verður einrøðuleikurin Sjóvevur nú tikin uppaftur. Leikurin varð frumframførdur í vár í Leikalund, og sóu tá útvið 1000 fólk leikin. 



Einsamøll á palli

Í leikinum hevur Eyð Matras leiklutin sum Aina Cederblom, og er hon einsamøll á palli í útvið tveir tímar á longu ferðini hjá Cederblom tvørtur um Atlantshavið. Fyri hetta avrikið fekk Eyð Matras Ársins Herðaklapp frá Tjóðpalli Føroya og MáF fyrr í ár

Í grundgevingini fyri at lata Eyð Matras Herðaklappið varð millum annað sagt, at hon vísti framúr evnir til at liva seg inn í leiklutin hjá órædda globetrottaranum og íverksetaranum Ainu Cederblom. Hartil livdi Eyð Matras seg inn í ein meldur av hendingum millum menniskju í norðurhøvum í tríatiárunum, og hon tók á sannførandi hátt áskoðararnar við sær á ógloymandi ferðina.

Tað var Karin Kjølbro, sum handaði Eyð Matras virðislønina. Í hesum sambandi legði hon áherðslu á, at tað av sonnum kendist sum ein heildaruppliving at fara gjøgnum undirsjóvartunnilin til sjónleik í skjótt 200 ára gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík, ið Eyð Matras hevur gjørt til leikhús, har Rospiggen II er at síggja uttanfyri.

- Vit loyva okkum at vóna, at sjónleikurin Sjóvevur verður fastbúgvandi í hesum leikhúsi, til reiðar at taka tey við á ferðina, ið koma til Klaksvíkar til hátíðarhald hjá Klaksvíkar Kommunu ella Sjómannadagin, segði Karin Kjølbro. 



Einsamøll í báti

Nú verður so ynskið hjá Karini Kjølbro, og uttan iva mongum øðrum, til veruleika. Í næstu viku verður leikurin nevniliga tikin uppaftur í Leikalund í Klaksvík, og tá sleppa áskoðarar aftur við á hendingaríku ferðina hjá svensku Ainu Cederblom, sum í 1933 sigldi í sínum lítla motorbáti Rospiggen II úr Svøríki til Føroyar og viðari til Grønlands og Amerika. Leikurin lýsir harðbalnu ferðina um Atlantshavið, lívið umborð á skonnartini Stellu Mariu og lívshættisliga stríðið Aina upplivdi í pakkísinum.

Aina Cederblom ferðaðist víða kring heim. Hennara endamál var at hjálpa og at geva kvinnum eitt amboð til at gerast sjálvbjargnar, og setti hon á stovn vevskúlar, allastaðni har hon kom.

Í Klaksvík eru nógv spor eftir Ainu Cederblom. Hon lat millum annað byggja Vevskúlan úti í Grøv, sum er virkin enn tann dag í dag, og bátur hennara Rospiggen II er eisini í Klaksvík. Báturin verður sýndur fram niðanfyri Fornminnissavnið og Leikalund, dagarnar leikurin verður spældur. Harafturat ber til at síggja svart/hvíta filmin "Som sjøluffare på Atlanten", sum Aina sjálv tók upp á ferð síni. Í filminum eru forvitnisligar myndir at síggja, serliga av manningini á Stellu Mariu. 




Umframt Eyð Matras, er manningin aftanfyri Sjóvevur hendan:

Sígrún Valbergsdóttir, ið hevur skivað leikritið og leikstjórnað. Magni Husgaard, sum eigur tónleikin og framførir til hvørja sýning. Árni Baldvinsson, ljósseting og Edward Fuglø, pallseting og búna. 




FAKTA

Leikurin Sjóvevur verður sýndir hesar dagar í Leikalund í Klaksvík.


Hósdagin 14. august kl. 19.00

Fríggjadagin 15. august kl. 19.00

Leygardagin 16. august kl. 20.00

Sunnudagin 17. august kl. 17.00


Farið verður ikki at ferðast við leikinum.


Atgongumerki kunnu bíleggjast í Norðoya Kunningarstovu tlf. 45 6939. ella info@klaksík.fo


Myndir


(rospiggen)