Sjálvstýrisflokkurin er farin undir sína vetrarskrá, og verður fyrsti økisfundur floksins í Vágunum komandi vikuskifti.
Mong evni vera frammi í vetur, eins og eitt komandi val sjálvandi verður viðgjørt.
Evnir, sum verða viðgjørd í vetur, verða millum annað bygnaður floksins, og hvussu tann einstaki fær ávirkan á floksins politikk.
Fyri at fáa so nógv sjálvstýrisfólk sum møguligt virkin í floksarbeiðinum er ætlanin at fáa sett bólkar/nevndir, sum leypandi taka sær av málum, sum eru frammi og eiga at verða framd.
Høvuðsevni í vetur verður »Sjálvstýrisflokkurin og hin einstaki«.