Sjálvt klaksvíkingar eru gay

Sunnudagin verður Faroe Pride tiltakið, og nú verða skeltini til gonguna gjørd

 

Árliga Faroe Pride tiltakið, sum felagsskapurin LGBT skipar fyri, verður á skránni upp undir ólavsøku. Sunnudagin kl. 15.00 verður gongan í havnargøtum.

Byrjað verður við Gundadalshøllina og endað verður á Skálatrøð, har ókeypis konsert er á skránni við eitt nú Byrta, Signari í Homrum, Johan í Kollafirði, Hanus G. Hansen og Høgna Reistrup.

Við í gonguni verða ymisk skelti, og hesi verða nú gjørd klár – omanfyri sæst klaksvíkingur við sínum skelti.