Sjey fyrstu viðgerðir týsdagin

Eitt nú skal uppskotið um nýggja Fróðskaparsetrið viðgerðast á tingfundi fyrrapartin týsdagin Løgtingið fer til arbeiðis aftur eftir páskafrítíðina fyrrapartin týsdagin. Tingfundir verða týsdagin, mikudagin og hósdagin, og sambært skránni, sum sæst á heimasíðuni hjá Løgtinginum, so verður talan um tingdagar við nógvum málum á dagsskránni.

Týsdagin eru tólv mál á skránni, mikudagin eru sjey mál á skránni, og hósdagin eru seks mál á skránni. Um tingið ikki fær tíð til at viðgera øll málini á einum fundi, so verða málini viðgjørd næstkomandi tingdagin.

Á skránni týsdagin eru 2. viðgerðir av fleiri almennum roknskapum, og síðani eru fleiri 1. viðgerðir.

Millum málini, sum fara at fáa 1. viðgerð, verður uppskotið til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya. Hetta málið, ið mest sum óbroytt er lagt fram aftur, fekk 1. viðgerð 23. november í fjør, og síðani varð tað beint í mentanevndina. Har varð tað til viðgerðar, tá ið løgtingsvalið varð útskrivað. Tískil datt málið burtur, og tí verður tað nú lagt fram av nýggjum.

Onnur mál, sum ætlast at fáa 1. viðgerð týsdagin, eru uppskotið um at leggja virksemið hjá Vága Floghavn í pr. Vága Floghavn og uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Á skránni er eisini svar frá Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu, upp á skrivligan fyrispurning frá Kára P. Højgaard, sum hevur spurt um Norðskálatunnilin.