Her er tað bjargingarbáturin, Bendt R. Rasmussen, ið roynir at bjarga einum hummarabáti, sum eru við at reka á land. Tað brimar, og her hevði ikki verið tespiligt at rikið á land

Sjey hummaramenn í Noregi deyðir í fimm ár

Trupulleikarnir, sum hummarafiskimenn renna seg í, kunnu vera ymiskir, men oftast er talan um bátar, sum fáa enda um skúvuna

Her er tað bjargingarbáturin, Bendt R. Rasmussen, ið roynir at bjarga einum hummarabáti, sum eru við at reka á land. Tað brimar, og her hevði ikki verið tespiligt at rikið á land

Hvørt ár fara norskir bjargingarbátar út til hummarafiskimenn, sum koma í trupulleikar - ofta í keðiligum veðri. 

 

Nú hummaraveiðan í Noregi byrjaði í dag, hin 1. oktober, minnir Redningsselskapet á, at góð tilrættalegging og røtt útgerð kann gerast avgerandi, um trupulleikar stinga seg upp.

 

Kystmagasinet veit at siga, at seinastu fimm árini eru sjey menn deyðir í samband við hummarafiskiskap í Noregi.

 

Á hvørjum ári koma hummarafiskimenn í trupulleikar, eitt nú undir seting og draging av rúsum, og hetta síggja tey eisini í hagtølum.

Trupulleikarnir kunnu vera ymiskir, men oftast er talan um bátar, sum fáa enda um skúvuna.

 

- Slíkt kann føra til vandamiklar støður, har báturin kann reka móti landi - ella út á opið hav, sigur skiparin á bjargingarbátinum Stormbull, Lars Petter Helminsen.

Hann vísir á, at ein bjargingarvestur er tað minimala, sum menn eiga at hava í bátinum.

 

- Nú hitin fellur, bæði í sjónum og í luftini, er ein flótidrakt ella arbeiðsdrakt góð at hava við sær í bátinum, sigur Lars Petter Helminsen.

 

Á myndini omanfyri er tað bjargingarbáturin, Bendt R. Rasmussen, sum roynir at bjarga einum hummarabáti, sum eru við at reka á land.

 

Meira um hetta kann lesast á - https://www.kystmagasinet.no/dodsulykke-hummerfiske-sikkerhet-til-sjos/syv-dode-pa-fem-ar/1999567

 


 

 

Her er tað bjargingarbáturin, Bendt R. Rasmussen, ið roynir at bjarga einum hummarabáti, sum eru við at reka á land. Tað brimar, og her hevði ikki verið tespiligt at rikið á land