Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki vunnu fyrsta sigurin í bestu finsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Á OmaSp leikvøllinum í Seinäjoki vann SJK 3-0 á liðnum, ið hevur heimstað á Álandsoyggjunum, IFK Mariehamn.
Tá ein hálvur tími var farin legði Kelvin Pires SJK á odda. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik Kasper Paananen til 2-0, og beint undan dystarloki staðfesti Jeremiah Streng sigurin.
Samuel spældi allan dystin, og frá Soccerstand/Flashscore fær hann karakterin 7,3 (av 10 møguligum).
SJK hevur trý stig fyri tveir dystir.
Komandi týsdag klokkan 16 spælir SJK dyst á útivølli í finsku steypakappingini móti HAPK, ið spælir í triðbestu deildini.











