Sjómanskirkjan í Dubai: - Telefonin ringir og ringir

- Teir fyrstu dagarnar vóru fólk ræðslusligin, sigur dagligi leiðarin, Ann Kristin Karlsen

Fleiri hundrað norðmenn hava verið í samband við sjómanskirkjuna í Dubai seinastu dagarnar.

 

- Telefonin ringir næstan alla tíðina, skrivar felagsskapurin, sum rekur kirkjuna í Dubai, á Facebook.

 

Ann Kristin Karlsen, dagligur leiðari, sigur, at teir fyrstu dagarnar vóru fólk ræðslusligin.

 

- Nú snýr nógv seg um, hvussu folk kunnu sleppa heimaftur, leggur hon aftrat.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at økt manning er í sjómanskirkjuni, og her er rímiliga nógv at gera.

 

- Kirkjan hevur økt manningartal, bæði í Noregi og Dubai - fyri at kunna svara øllum fyrispurningunum, sigur dagligi leiðarin.