Mentanarhúsið í Fuglafirði skrivar, at Niels Midjord verður heiðraður í øllum frá rokki til popp og blues – við einum sterkum hópi av tónleikarum og leikarum á pallinum.
Sjónleikakonsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 5. september klokkan 20, men atgongumerkini fara til sølu í morgin, fríggjadagin 21. august klokkan 12.00 á mh.fo
Tað er Dánjal á Neystabø, sum hevur lagt tónleikin til rættis og Kjartan Hansen hevur leikstjórnað.
Á palli vera: Kjartan Hansen, Dánjal á Neystabø, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen, Guðrið Hansdóttir, Bárður Reinert og Marius D.C.
Sjónleikakonsertin er samstundis partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður settur í miðdepilin upp á fleiri ymiskar mátar. Meira at frætta um ymiskt í næstum.
Áhugin fyri Mentanardøgunum í ár er longu stórur – konsertin við Clickhaze, sum verður seinni sama kvøld, var útseld innan eitt samdøgur











