Sjúkrahúsverkið kunnaði um krabbameinsátøk

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, varð í gjár boðin til kunningarfund um átøk innan krabbameinsøkið í Sjúkrahúsverkinum. 

 

Á fundinum greiddi Sjúkrahúsverkið frá fleiri átøkum og raðfestingum, sum eru framd og eru í gongd á krabbameinsøkinum. Millum annað varð kunnað um útgreiningareindina, átøk innan sjúkustaðfesting, verkætlan um palliatión í Suðuroy, endurvenjing og endurmenning hjá krabbameinssjúklingum og framtíðar Sjúkrahúsverkið í mun til krabbameinsøkið. 

 

Landsstýriskvinnan setti fundin og takkaði Sjúkrahúsverkinum fyri innbjóðingina og fyri høvið at fáa eina samlaða kunning um arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini. 

 

– Eg eri sera fegin um kunningina og um tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt á krabbameinsøkinum í Sjúkrahúsverkinum. Tað er týðiligt, at nógv er sett í gongd, og at økið verður ment við sjúklinginum í miðdeplinum. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur stóran týdning – bæði fyri sjúklingar, avvarðandi, starvsfólk og alla heilsuskipanina, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum. 

 

Krabbameinsøkið er eitt av teimum stóru økjunum í heilsuverkinum. Sjúkan rakar nógv menniskju og nógvar familjur, og tað hevur stóran týdning, at tænasturnar verða mentar áhaldandi. 

 

Á fundinum varð millum annað víst á, at fleiri tilmæli úr krabbameinsætlanini frá 2022 eru partvíst ella heilt sett í verk við politiskari raðfesting og játtan til økið. Kunnað varð eisini um, at tað ger mun, tá peningur verður oyramerktur til krabbameinsátøk, og at átøkini verða sett í verk við støði í fakligum tilmælum. 

 

Landsstýriskvinnan leggur dent á, at menningin fyrst og fremst skal koma sjúklingunum og teimum avvarðandi til góðar.