Í kvøld boðar KÍ frá, at Sjúrður Jacobsen eisini í 2023 verður hjálparvenjari í Klaksvík. Hetta verður fjórða árið, at hann verður hjálparvenjari hjá KÍ, har hann síðani 2020 hevur verið hjálparvenjari hjá Mikkjali K. Thomassen.
Norski Magne Hoseth er nýggjur høvuðsvenjari í Klaksvík. Saman við honum úr Noreg flytur hjálparvenjarin Daniel Berg Hestad til Klaksvíkar. Géza Túri heldur fram sum málmansvenjari.