Skála er á Europaplássi

Klokkan 15.00: B36 - HB 2-1 og TB - EB/Streymur 1-0

Klokkan 16.30: ÍF - KÍ 2-3

Klokkan 17.00: AB - Skála 0-1

Skálamenn eru á veg av Argjum við 1-0 sigri. Tað gekk striltið at vinna úrtøku úr stóru yvirvágini í seinna hálvleiki, men at enda eydnaðist tað. Eftir horna var tað miðvallarin Haraldur R. Højgaard, sum skoraði sigursmálið.

 

Úrslitið ber við sær, at Skála nú hevur níggju stig og er næstfremst.

 

B36 er topplið við fullum stigatali. Í dag vann B36 2-1 í ikki væl spældu grannauppgerðini ímóti HB. Alt tóktist avgjørt, tá ið B36 var frammanfyri 2-0, og Dan í Soylu hjá HB var vístur av vøllinum. Men HB vísti síðstu løtuna fínan hugburð, og eftir at Adrian Justinussen hevði minkað um munin við brotssparki, stóð tað á gomlum nøglum hjá B36. Árstalsfelagið reið stormin av og hevur fult stigatal. Tað eru sjey stig frá HB og fram til toppin og B36.

 

Málini hjá B36 skoraðu Alex Mellemgaard við brotssparki og Brian Jakobsen.

 

KÍ spældi við eld í Fuglafirði. Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri 3-0, og alt bendi á stórsigur. ÍF reisti seg og skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Síðstu løtuna var tað heilt spennandi.

 

Simon Sandmæl, sjálvmál og Jóannes Bjartalíð skoraðu KÍ málini. Eftir steðgin minkaðu Dánjal á Lakjuni og innskifti Dánjal Pauli Højgaard um munin.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ nú er á triðja plássi.

 

Í Trongisvági vann TB 1-0 ímóti EB/Streymi. Málið skoraði TB liðformaðurin Poul Ingason. Sigurin ber við sær, at TB hevur sjey stig og er á fimta plássi. EB/Streymur bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum.

 

Í gjárkvøldið vann NSÍ 4-2 á heimavølli ímóti Víkingi.

http://www.in.fo/myndasavn/

 

ÍF - KÍ 2-3 (0-3)

0-1: Simon Sandmæl

0-2: sjálvmál

0-3: Jóannes Bjartalíð

1-3: Dánjal á Lakjuni

2-3: Dánjal Pauli Højgaard

 

NSÍ - Víkingur 4-2 (4-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Jann Martin Mortensen

3-0: Klæmint A. Olsen

4-0: Jann Martin Mortensen br

4-1: Andreas Lava Olsen

4-2: Adeshina Lawal

 

B36 - HB 2-1 (1-0)

1-0: Alex Mellemgaard br

2-0: Brian Jakobsen

2-1: Adrian Justinussen br

 

AB - Skála 0-1 (0-0)

0-1: Haraldur R. Højgaard

 

TB - EB/Streymur 1-0 (1-0)

1-0: Poul Ingason

 

Støðan

B3644007312
Skála43015110
4220758
NSÍ4211657
TB4211557
HB4121545
Víkingur4112894
AB4103463
ÍF40135101
EB/S4004140

Fimta umfar

Sunnudagin 14. apríl

KÍ - NSÍ

EB/Streymur - AB

ÍF - Skála

Víkingur - B36

TB - HB

 

---

Beinleiðis frásagnir frá øllum dystunum eru at síggja her niðanfyri.

AB - Skála

LIÐUGT

0-1

90) 0-1

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

86) 0-1

AB hevur stóran møguleika at javna. Eftir horna úr vinstru var Eli Christianson púra blaknkur mitt fyri málinum, tá ið hann royndi seg við stútara, men bólturin fór væl omanfyri málið.

82) 0-1

0-1: Haraldur R. Højgaard

Eftir horna úr høgru frá Niels Paula Danielsen stútar Fróði Benjaminsen aftanfyri handara stólpa innfyri aftur, og har setir miðvallarin Haraldur R. Højgaard bóltin í málið.

80) 0-0

Nú var Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen í fínari støðu, tá ið hann royndi seg við skoti, men bólturin fór dygst framvið málinum.

77) 0-0

Innskifti Niels Pauli Danielsen hjá Skála sneiðir framvið tveimum mótstøðumonnum, áðrenn hann verður feldur dygst uttanfyri brotsteigarmarkið. Ronni Møller-Iversen roynir seg við skoti, men bólturin fer framvið málinum.

65) 0-0

Skála hevur fleiri hornaspørk, og talan er um spentar støður, men tað er framvegis ikki eydnast skálamonnum at umseta yvirvágina til mál.

55) 0-0

Vindurin er vaksin heilt nógv. Tað ber við sær, at bólturin fyri tað mesta er á AB hálvuni, men vindurin darvar eisini skálamonnum. 

46) 0-0 

Nú hevur Skála lotið undan.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Síðstu løtuna hevur Skála spælt væl og havt onkrar spentar støður.

42) 0-0

Skála hevur gott álop, sum endar við, at bólturin verður spældur eitt sindur í vinstru, har Heðin Klakstein roynir seg úr góðari støðu, men Heðin Stenberg í AB málinum bjargar.

35) 0-0 

Síðstu løtuna hava bæði liðini havt gott tak á fótbóltsspælinum.

 

26) 0-0 

Enn er ikki rættiligur friður yvir spælinum, og burtursæð frá støðuni, sum endaði við Skála frísparki, hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar.

 

20) 0-0

Petur Reinert ger skjótt av og bríkslar fyri frísparki til Skála á brotsteigarmarkinum. Støðan bar annars við sær, at tað endaði við, at Pætur Dam Jacobsen trillaði bóltin í málið. 

Ronni Møller-Iversen royndi seg við frísparki, men Heðin Stenberg bjargaði.

 

01) 0-0 

AB hevur lotið undan í fyrra hálvleiki.

 

AB - Skála kl. 17.00

Dómari: Petur Reinert

AB: Heðin Stenberg – Beinir Henriksen, Sørin N. Samuelsen, Leivur Holm Joensen, Jónas Stenberg – Eli S. Christiansson, Jobin Drangastein , Rógvi Poulsen - Filip í Liða, Bartal Skaalum Petersen, Hjalti H. Mohr  

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Kjeld – Edvin Jakobsen, Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein – Jákup Johansen

 

---

ÍF - KÍ

LIÐUGT

2-3

90) 2-3

89) 2-3

Støðan er spent í KÍ brotsteiginum, eftir at Dánjal á Lakjuni hevur lagt innfyri úr høgru. Poul Nolsøe Mikkelsen roynir seg við langskoti, men verjan blokerar, og so fer bólturin inn til Kristian Joensen í málinum.

86) 2-3

KÍ hevur aftru stóran møguleika. Hesa ferð leggur Jóannes Bjartalíð úr vinstru og við frísparki fram í brotsteigin, har Patrik Johannesen roynir at stúta, men tað kiksar.

83) 2-3

2-3: Dánjal Pauli Højgaard

Eftir innlegg úr vinstru er tað innskifti Dánjal Pauli Højgaard, sum við handara stólpa stýrir bóltin í málið. Fuglfirðingar tevja blóð!

80) 1-3

KÍ hevur stóran møguleika at økja um leiðsluna. Jóannes Bjartalíð leggur við frísparki úr høgru og fram til handara stólpa, har Jákup B. Andreasen er púra leysur, tá ið hann roynir at stúta, men bólturin fer við síðuna av málinum.

75) 1-3

Tað gongur javnt á, og síðstu løtuna hevur talan ikki verið um serligar málmøguleikar.

60) 1-3

GULT KORT: Karl Løkin hjá ÍF sær gult.

55) 1-3

1-3: Dánjal á Lakjuni

Eftir horna úr vinstru stútar Dánjal á Lakjuni bóltin í KÍ málið, og nú kennist tað sum um, at heimamenninir hava fingið mót at nýggjum.

46) 0-3

KÍ skiftir út. Jóannes K. Danielsen, sum er skaðadarvaður, er ikki á vøllinum eftir steðgin. Í hansara stað verður settur Darius Lewis.

HÁLVLEIKUR

0-3

KÍ er leikliga klárt omaná. Nú tað er bríkslað fyri hálvleiki, er tað als einki, sum bendir á, at ÍF skal megna at reisa seg.

30) 0-3

0-3: Jóannes Bjartalíð

So hevur KÍ av álvara lagt seg á sigurskós. Jóannes Bjartalíð fekk tak á bóltinum eftir langa sending og setti bóltin í málið.

25) 0-2

0-2: sjálvmál

Tað gongur fyri seg eftir treytunum hjá klaksvíkingum. Eftir innlegg úr vinstru er ein av ÍF verjuspælarunum óheppin og beinir bóltin í sítt egna mál.

05) 0-1

0-1: Simon Sandmæl

Fyrsti málmøguleiki í Fuglafirði í dag. Innleggið er úr vinstru, og norski miðvallarin skorar.

01) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Fuglafirði.

ÍF -KÍ kl. 16.30

Dómari: Lars Múller

ÍF: Petur Meinhard Magnussen – Gunnar Christiansen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Dávid Langgaard, Andy Olsen - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Holgar Durhuus,  Jóhan Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard, Ari Ó. Ellingsgaard

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Steinbjørn Olsen, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Simen Sandmæl, Jákup B. Andreasen, Takuya Matsunaga – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen

-----

 

LIÐUGT

2-1

90) 2-1

Fýra minuttir eru lagdir aftrat. Tað kennist sum um, at HB pressið er linkað.

87) 2-1

HB vinnur horna í høgru, men tað spyrst einki burturúr. B36 hevur mist tamarhaldið á spælinum. Tað verður aftur og aftur sparkað burtur. Nú er tað HB, sum er leikliga omaná.

80) 2-1

Hóast tað eru tíggju reyðir og ellivu hvítir, so er tað HB, sum pressar. Tað er fjáltur á B36 spælarunum.

70) 2-1

2-1: Adreian Justinussen br

Tíggju HB spælarar royna at reisa seg. Nú umsetti Adrian Justinussen brotsspark til mál.

GULT KORT: Erling D. Jacobsen hjá B36 fyri at gera brotsspark.

69) 2-0

Brian Jakobsen hevur risa møguleika at økja um leiðsluna, men HB málverjin bjargar.

64) 2-0

Pætur J. Petersen avloysir Brynjar Hlóðversson hjá HB. 

59) 2-0

REYTT KORT: Dan í Soylu HB

Meistararnir eru illa kroystir. Nú mistu teir framrættaða Dan í Soylu, sum sá gula kortið fyri aðru ferð.

56) 2-0

Brian Jakobsen

Tað verður kastað langt fram í høgru, har Brian Jakobsen er grammur og treiskur, og úr heilt spískum eydnast honum at fáa bóltin framvið HB málverjanum og í málið.

47) 1-0

B36 leggur bragdliga fyri, og nú endaði bólturin eftir langskot á samankomingini aftanfyri Teit Matras Gestsson.

HÁLVLEIKUR

1-0

45) 1-0

Tveir minuttir eru lagdir aftrat.

45) 1-0

GULT KORT: Dan í Soylu hjá HB.

44) 1-0

GULT KORT: Brian Jakobsen hjá B36.

40) 1-0

1-0: Alex Mellemgaard br

Heilt uttarlaga í brotsteiginum í vinstru støkkur bólturin í hondina á Jógvan Róa Davidsen. Dómarin bríkslar fyri brotssparki, og Alex Mellemgaard er púra tryggur, tá ið hann úr ellivu metrum setir bóltin í málið.

35) 0-0

Hugburðurin er góður, men fótbóltsspælið er óvanliga lítið sannførandi, tá ið havt verður í huga, hvussu nógvir góðir spælarar eru á vøllinum.

28) 0-0

GULT KORT: Brynjar Hlóðversson hjá HB fyri at toga í mótstøðumann.

25) 0-0

Tað er ikki serligur friður yvir spælinum. Talan er um nógvar lítið neyvar sendingar og fáar og smáar málmøguleikar.

19) 0-0

B36 vinnur horna fyrst í høgru og so í vinstru, og tað er vandamikið, uttan at nakað spyrst burturúr.

06) 0-0

HB miðverjin Lasse Andersen fer skaddur av vøllinum. Í hansara stað verður settur Andreas Breimyr. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er í HB miðverjuni.

05) 0-0

Dan í Soylu verður spældur púra leysur í vinstru og innanfyri B36 verjuna, sum vil hava dómaran at døma fyri rangstøðu. Tað er dómarin ikki samdur við teimum í, og so er Dan í Soylu púra blankur, tá ið hann sendir bóltin framvið Hans Jørgensen og í stólpan.

01) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali.

B36 - HB kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen, Erling D. Jacobsen, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Bjarni Petersen - Árni Frederiksberg, Gilli Samuelsen, Benjamin Heinesen - Brian Jakobsen

HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Justinussen, Brynjar Hlóðversson, Hørður Askham, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen

-- 

90) LIÐUGT

1-0

89) 1-0

EB/Streymur vinnur aftur og aftur horna, og støðurnar eru vandamiklar, men tað eydnast ikki at fáa málin inn um málstrikuna.

88) 1-0

Ofta er EB/Streyma málverjin einsamallur á sínari hálvu, men TB heldur tørn.

85) 1-0

REYTT KORT: Verjuspælarin Árni G. Olsen hjá EB/Streymi sær gula kortið fyri aðru ferð og verður tískil vístur av vøllinum.

85) 1-0

EB/Streymur hevur bóltin størsta partin av tíðini, og tað eru onkrir møguleikar, men tað gongur illa at fáa ferð á bóltin, tá ið møguleikin er har.

Nú var TB í fínari støðu at økja um leiðsluna eftir innlegg úr vinstru, men bólturin varð úr góðari støðu sendur við síðuna av málinum. 

75) 1-0

EB/Streymur hevur fleiri hornaspørk, og tað er vandamikið, tá ið bólturin við lotinum undan ferðast inn undir málið, men TB verjan og málverjan standa stinn.

65) 1-0

Gongdin er tann sama. EB/Streymur er mest á bóltinum, og tað mesta gongur fyri seg kring TB brotsteigin. Tað eru spentar støður - eitt nú í sambandi við hornaspørk - men TB verjan heldur tørn.

48) 1-0

GULT KORT: Poul Ingason TB fyri at geva til kennar yvirfyri dómaranum, at hann er ikki nøgdur við dømingina.

47) 1-0

Tað sær út til, at lotið hevur ávirkan á, hvønn vegin trýstið er. Nú hevur EB/Streymur lotið undan, og fyrstu lítlu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg á TB hálvuni.

HÁLVLEIKUR

1-0

28) 1-0

Síðstu løtuna hevur EB/Streymur havt fleiri góð álop, og nú var um reppið, at tað eydnaðist at javna. Høgni Midjord royndi seg av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og TB málverjin bjargaði meistarliga til horna.

20) 1-0

Tað er eitt lot, og tað hevur TB undan í fyrra hálvleiki.

15) 1-0

1-0: Poul Ingason

TB hevur verið meiri ágangandi, og nú eydnaðist tað at fáa hol á. Tað var liðformaðurin  Poul Ingason, sum setti bóltin í málið.

01) 0-0

EB/Streymamálverjin er óheppin, tá ið hann skal spæla bóltin frá sær. Tað ber risa risa møguleika við sær til heimaliðið, men Stefan Radosavljevic sendir bóltin við síðuna av málinum.

00) 

EB/Streymur gevur bóltin upp.

TB - EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

TB: Milos Budakovic – Aron Sørensen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred – Nikolei Johannesen, John Villy Leo Wøldike, Luc Michael Jeggo, Regin í Lágabø – Stefan Radosavljevic, Ivan Ivanovic

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Petur Zachariasen, Jónstein Magnussen – Rói H. Olsen, Sveinur Knútur Magnussen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Høgni Midjord, Gestur B. Dam, Magnus Jarnskor