Fótbóltur
Mest upplagda evni at flyta niður. Soleiðis vórðu útlitini hjá Skála mett at vera undan kappingarbyrjan. Nú hava skálamenn spælt tveir torførar útidystir, og teir hava einki stig fingið. Men tað hevur ikki verið, tí teir hava verið niðurspældir. Heldur hevur tað verið tvørtur ímóti. Og serliga í Gøtu mikukvøldið var Skála leikliga omaná. Á miðvøllinum høvdu teir betri tak á fótbóltsspælinum enn mótstøðumenninir, teir dugdu væl at spæla seg ígjøgnum í borðunum, fleiri ferðir løgdu teir góðar bóltar innfyri, og teir vóru ágangandi og væl skipaðir í verjuspælinum. Tað kundi kanska roknast við, at teir fóru at grava seg niður og dyrgja eftir einum stigi, men tað gjørdu skálamenn yvirhøvur ikki.
Skálamenn hava ein stóran trupulleika, og hann er avgerandi. Teir megna ikki at skjóta mál.
? Spælið hjá okkum er ikki nóg gott á síðsta triðinginum á vøllinum. Tá gerast vit ov tunnir, staðfesti venjarin, Johan Nielsen, sum kortini tók undir við, at liðið hjá honum hevði havt fleiri álop, sum væl kundu havt borið mál við sær. Sveinur Justinussen stútaði upp undir handaru samankomingina eftir horna úr vinstru, men Hans Pauli Petersen bjargaði við høvdinum á strikuni og umvegis tvørtræið fór bólturin aftur í spæl. Alexandur kiksaði skot úr góðari støðu, fleiri ferðir fóru innlegg strúkandi framvið málinum, og í 2. hálvleiki slapp Bogi Gregersen væl til baklinjuna í vinstru, men skotið hjá Jónhardi Frederiksberg var ikki nóg neyvt.
Sum 1. hálvleikur leið breiddi kenslan seg av, at Skála fór ikki at fáa mál, uttan at GÍ gjørdi sjálvmál, og tað var júst tað, sum hendi í síðstu løtu undan steðginum.
Julian Floresco, sum var væl upplagdur og ágangandi á vinstra vongverja, sendi fríspark úr høgru og í brotsteigin, og har stakk Bartal Eliasen seg upp og stútaði ógvuliga vakurt dygst inn undir samankomingina. Hann mundi halda seg vera fremri stadddur, enn hann var á brotssparksblettinum.
Eitt mál, sum líktist nógv teimum, sum Símun Petur Justinussen plagdi at stúta, tá ið hann var í valmaktini, hildu gøtumenn!
Óheppin støða
Í spælmyndingini var 2. hálvleikur líkur fyrra umfarinum. GÍ saknaði aftur Gidek, og hóast Súni Olsen var við, so var hann ikki á tí støðinum, sum hann vísti, áðrenn hann varð skaddur.
Gøtumenn stríddust, men teir megnaðu ongantíð at slíta seg leysar av ágangandi mótstøðumonnum, og at fáa samanspælið at rigga, og sambandið millum keturnar var ikki nóg gott. GÍ legði seg nógv eftir at stinga fram til Popczynski, sum Skála verjan kortini fyri tað mesta hevði í stuttum tjóðri. Ikki minst eftir at Pauli G. Hansen eftir steðgin var komin inn á vongverjan. Fyrsta tíman vóru næstu royndirnar, tá ið Bartal Eliasen og Súni Olsen royndu seg við fríspørkum, sum kortini ikki vóru stórvegis trupul hjá Eugen Voda.
Skála hevði betri tak á spælinum, og tíðin arbeiddi fyri teir. Tí var tað serliga kærkomið hjá heimaliðnum, at teir miðskeiðis í 2. hálvleiki fingu brotsspark. Fingu man vera rættasta orðið at brúka, tí hjá teimum kring vøllin var ilt at síggja, at Pauli G. Hansen gjørdi nakað, sum ikki var í tráð við ásetingarnar, tá ið hann stóð aftanfyri Magnus Skoralíð, sum tamdi framspælingina og royndi at snara um verjumannin og datt.
Men dómarin (var fimm ferðir í lumman eftir gulum í sera reint spældari uppgerð) stóð við sítt, og hetta varð avgerandi fyri úrslitið. Súni Olsen setti í kassan úr ellivu metrum.
Kortini var tað ikki heimaliðið, sum síðsta fjóðringin av tíðini var leikliga omaná. Spælið helt fram at ganga, sum tað hevði gjørt. Skála stýrdi, men tað var GÍ, sum fekk sigursmálið og harvið fyri aðru ferð í tríggjar dagar endaði omaná, hóast teir leikliga vóru við undirlutan. Tað átti at boðað frá góðum. Sjey minuttir restaðu, tá ið Bárður á Lakjuni og Símun Samuelsen samanspældu í vinstru, og Símun av baklinjuni spældi út frá til Popczynski, sum fyrst tamdi og tøvdi og síðani fekk bent bóltinum í málið.
? Vit høvdu betri uppiborið, men vit taptu virðiliga. Fyri spælararnar er tað sinniliga betur at vita, at teir vóru við til at mynda spælið, heldur enn at teir høvdu havt tapt, eftir at teir høvdu havt staðið í egnum brotsteigi og sparka burtur, helt Johan Nielsen, Skála venjarin, sum ikki vildi gera viðmerkingar til brotssparksdómin, tí hann segði seg ikki hava sæð støðuna.
Dysturin í tølum
GÍ?Skála 2?1 (0?1)
0?1: sjálvmál 45.
1?1: Súni Olsen br 68.
2?1: Krzystof Popczynski 83.
Dómari: Petur Skarðenni
GÍ: Jazek Przybylski ? Poul Andreas Jacobsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen? Hans Pauli Petersen (Jónreid Dalheim, 62.), Símun Samuelsen, Símun Louis Jacobsen (Høgni Madsen, 46.), Bárður á Lakjuni (Áslakur R. Petersen, 89.) ? Krzystof Popczynski, Magnus Skoralíð
Gult kort: Høgni Madsen, Magnus Skoralíð og Súni Olsen
Skála: Eugen Voda ? Agnar Højgaard (Pauli G. Hansen, 46.) Arnold Berg, Dusan Jaic, Iulian Floresco ? Hanus Thorleifsson, Alexander Jovevic, Sveinur Justinussen (Pétur Geir Svavarsson, 84.), Alexandur Johansen ? Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen
Gult kort: Arnhold Berg og Bogi Gregersen