Skála hevur ongantíð vunnið á B36 í Gundadali

Í fjør vóru heimasigrarnir hjá árstalsfelagnum rættiliga teprir, tá ið skálamenn vóru í Gundadali

Tað er toppur ímóti botni, tá ið B36 tíðliga seinnapartin fær vitjan av Skála.

B36 hevur fulla úrtøku eftir tvey umfør og málmunin 5-0. Um talan verður um favorittsigur, so verður B36 topplið.

Skála hevur einki stig vunnið, og málmunurin er 3-7.

B36 og Skála hava dystast 33 ferðir í landskappingini. Skála hevur vunnið tríggjar ferðir – á heimavølli. B36 hevur vunnið 19 ferðir og 11 ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 59 – 26 til fyrimunar fyri B36.

Seks ferðir eru skálamenn farnir úr Gundadali við einum stigi. Síðsti javnleikurin í Gundadali var 29. mai í 2016, tá ið tað endaði 1-1.

Í fjør vann B36 tvær ferðir 1-0 á heimavølli ímóti Skála. Í fyrsta umfari var heimaliðið um ein háls stóran part av tíðini, men skálamenn misnýttu fleiri stórar møguleikar, og so var málið, sum Árni Frederiksberg skoraði stutt undan steðginum nóg mikið. Í 21. umfari umsetti Alex Mellemgaard brotsspark til mál miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Hjá Skála eru Aksel B. Danielsen og Karl Martin Jakobsen skaddir.

Hjá B36 eru Hugin Samuelsen og Erling D. Jacobsen skaddir. Alex Mellemgaard var ikki við í 3-0 heimasigrinum ímóti AB. Hann er plágaður av skaða í lærkrikanum.

B36 – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00.