Anfinnur Kruse, Jógvan K. Mørkøre, Jóhan Kalsoy
Tíðliga í seinastu bygdaráðssetu kom frá skúlanum ynski um størri húsarrúmd.
Talan var í fyrstuni um einar 3 skúlastovur. Høgligast var tá at byggja millum klettin og verandi skúla, men skjótt gjørdust hesar 3 skúlastovurnar til fleiri í tali og møguleikin fyri bygging ikki so einfaldur sum í fyrstuni.
Allir møguleikar kring skúlan vórðu troyttir. Tað endaði so við, at ein partur av bygdaráðnum helt, at best var at byggja vestan fyri verandi skúla, meðan ein annar partur vildi sleppa at byggja eystanfyri, við samanbygging sunnantil og eystantil á fimleikar-høllina.
Skitsuprojekt av hesum varð gjørt og sýndi ein bygning u.l. 707 m2 stóran, kostnaðurin helst 10 mill.
Teir sum hildu at best var at byggja vestanfyri tóku als ikki undir við byggingini eystanfyri, tí at ovlítið fekst fyri peningin og tí teir óttaðust fyri at samanbyggingarkostnaðurin fór at vera stórur og ónyttugur.
Nú byrjaði ein tung togan millum eystur og vestur. Í eysturpartinum vóru: Partur av bygdaráðnum, skúlanevndin, skúlafólkini og skúlamyndugleikarnir í Havn. Í vesturpartinum vóru 3 bygdaráðslimir.
Bygging vestanfyri bar við sær eina forðing fyri gamla dreyminum um innilokan av hondbóltsvøllinum, tí vóru góð ráð dýr. Bæði skúla og ítróttarhøll tóktist óhugsandi stórur biti at býta í, men tá ið neyðin er størst er hjálpin næst.
Um hetta mundi kom fram verkætlan til ítróttarhøll við síðubygningi í Hoyvík og á Strondum, krónutalið segðist at liggja niðanfyri 5 mill.
Tann eini av omanfyri nevndu 3 bygdaráðslimum, sum er byggimeistari, gjørdi ikki mætari enn at setast við tekniborði at evna til nevndu verkætlan, soleiðis at ein bygging vestanfyri skúlan á Eiði kundi bæði vera skúli og høll. 635 m2 skúli og 1770 m2 høll.
Var toganin tung áður, gjørdist hon dupult so tung nú, tað fall fólki fyri brósti at bygdaráðslimur skuldi setast við tekniborðið. So hart var togað at ætlanin mundi doyð í egginum, men væl grunda á galdandi lógir um skúlabygging slappst víðari.
Togað varð ymsar vegir t.d. var ætlan um græslíki á hondbóltsvøllin til krokkspæl, byggja uppí skúlan eystanfyri og so eina ítróttarhøll longri eysturi ? alt meðan vestanmenninir hildu uppá sítt.
Um sama mundi fingu bygdaráðslimirnir bræv frá einum bygdaráðslimi har hann førdi fram, at skuldi Eiðis kommuna í holt við ítróttarhøll so var best fyri ítróttin og fyri bygdina at ein slík høll varð bygd suðuri í Sundalangum.
Hendan hugsanin fekk ikki nóg góða undirtøku í bygdaráðnum, meðan ætlanin um ítróttarhøll saman við skúlabyggingini á Eiði tá varð staðfest av 5 bygdaráðslimum. Bygginevnd varð sett og situr sama nevnd enn.
Toganin millum »eystur og vestur« fall tó ikki heilt burtur, men linkaði, alt meðan fyrireiking til skúla og ítróttarhøll helt fram eftir tí leisti, at skúlin skuldi víðkast, helst við einum ára byggitíð, og samstundis høllin innilokast til liðugtgerð so sum høvi beyðst. Skúlamyndugleikar og skúlafólk vóru nú við til at seta sín dám á innrættingina. Kostnaðarmetingin, sum var eitt innanhýsis arbeiðsskjal, av skúla og innilokaðari høll var sett til 9 mill. kr. v/netto MVG, henda metingin fevndi um:
? Tilfar sambært faktura, betongelementir, hiti, gólv til skúla og høll,
? El-arbeiði,
? Fundament, arbeiðsløn til innilokan og innrættan av skúla.
Og fevndi ikki um:
? Útgrevstur, planering, garð v.m. máling, gólválegging, innbúgv, ventilatión og samanbygging við verandi skúla.
Harafturat varð høllin bæði hækkað og breiðkað nakað, tískil er tað ein ring reingjan av veruleikanum at siga, at metingin kr. 9 mill. bleiv til yvir 15 mill. Sannleikin er tann, at metingin 9 mill. gjørdist til u.l. 9,1 mill.
Viðmerkingar til okkurt av tí sum stóð
í Sosialinum nr. 234
Heldur bygt í Sundalagnum:
a) Tað var barnaskúlin á Eiði, ið kravdi undirvísingarhølir.
b) Tað var ikki høll, málið snúði seg um.
c) Eiðisparturin í eini felagsbygging í Sundalagnum hevði sambært fólkatalinum verið 1/3.
d) Kostnaðurin uttan iva á hægri støði, cafeteria o.t.l.
e) Húsavørður ella ?vørðar høvdu ikki kunna tikið sær av øðrum ognum í kommununi. Nú er kannska møguleiki fyri, at ein húsa- og hallarvørður kundi samskipast við ítróttarvenjara.
f) Samanumtikið einki bíligari, men pluss 10 mill. til skúlabygging á Eiði.
g) Bygdin hevur einki høli til størri borðhald og samkomur enn til 150 fólk.
Ov lítið forarbeiði
a) Júst tí er so nógv komið av skafti.
b) Longri forarbeiði hægri prísur ? nevna eingi sammetingardømi við navni.
Valár
Tað reina tvætl, tað var jú tíðliga í setanini at alt byrjaði.
Spell
Spell at ikki øll duga at síggja hetta sum eitt bygdaprojekt, farið fram sambært galdandi lógum um skúlabygging og, við ávísari konsulenthjálp, hildið áfram soleiðis:
Tekning Eiði
Eftilit Eiði
Jørð, betong, vatn
og kloakk Eiði
Kranaarbeiði
og koyring Eiði
Smíð Eiði
Hiti, ventilatión
og sanitet Eiði
El-innleggjan Eiði
Máling Eiði
Ein gyltur møguleiki hjá vinnufyritøkum í kommununi at bjóða seg fram at gera somu góðu og bíligu bygging aðrastaðni eisini.
Samanumtikið, bygningurin úti á Horni, 635 m2 skúli og 1770 m2 høll, hevur í dag, sammett við bygging aðra staðni í Føroyum, eitt virði uppá einar 30.000.000,00 kr.
Harafturat kann hann, um ynski verður um tað, lættliga geva møguleika fyri at húsa øðrum barnastovnum eisini. Tá kunnu uppaftur 4 mill. leggjast afturat virðinum.
Av tí at kommunan í mong ár hevur verið stýrd væl og »óprofessionelt« so megnar hon at gjalda hesa bygging kontant.
Eftir er so bara at ynskja at væl verður gingið um og at bygningurin verður fólkinum at gagni.