Skúlarnir fáa betri kor

Umvælingarnar á skúlan á Ziskatrøð halda fram komandi ár, og Klaksvíkar kommuna hevur eisini ætlanir um at loysa hølistrupulleikarnar hjá skúlanum við Ósánna

Seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar kommuna brúkt okkurt um sjey milliónir til umvælingar av skúlanum á Ziskatrøð, sum er tann størri av teimum báðum fólkaskúlunum í býnum.

Og umvælingarnar halda fram næsta ár.

Á fíggjarætlanini fyri ár 2000 verður skotið upp, at fýra milliónir afturat skulu brúkast til neyðugar umvælingar.

? Einki viðlíkahald hevur verið av skúlanum á Ziskatrøð í nógv ár, og tí er tað alneyðugt, at vit nú gera hann í stand, sigur Steinbjørn Jacobsen, virkandi býráðsformaður í Klaksvík.

Ein raðfesting var fyri nøkrum árum síðani gjørd, og hon staðfesti, hvussu umvælingararbeiðið skuldi fara fram. Fyrst skuldi tak, klædningur og vindeygu skiftast á tí mittasta bygninginum. Tað arbeiðið er liðugt.

Nú verður farið undir at umvæla skúlastovurnar í hesum partinum av skúlanum, samstundis sum farið verður undir at gera umvælingar uttan á niðara bygninginum.

? Tað er rættiliga átrokandi við øllum hesum umvælingunum, tí skúlin hevur verið í ringum standi. Nú hava vit gjørt fleiri ábøtur, og tær halda fram næsta ár, sigur Steinbjørn Jacobsen.


Kommunan keypt

hús til Ósáskúlan

Hin fólkaskúlin í Klaksvík, Ósáskúlin, sum er granni hjá skúlanum á Ziskatrøð, trongir eisini til umvælingar, men tær verða ikki gjørdar næsta ár.

Hinvegin eru fyrstu stigini til at loysa hølistrupulleikarnar hjá skúlanum tikin. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at keypa húsini, sum standa norðan fyri Ósáskúlan. Hesi húsini hevur Advokatfelagið átt.

Klaksvíkar kommuna ætlar at byggja ein nýggjan bygning á økinum niðanfyri hesi húsini. Eingir pengar eru tó avsettir til hetta á komandi fíggjarætlan.

Í fyrstu syftu er ætlanin, at húsini hjá Advokatfelagnum skulu hýsa einum 10. flokki úr Ósáskúlanum. Í løtuni heldur ein 10. flokkur til í skótahúsunum, sum liggja sunnanfyri skúlan. Gongst sum ætlað, skal hesin 10. flokkur flytast í húsini norðan fyri skúlanum, og harvið sparir kommunan pengarnar, sum verða brúktar til innivistin í skótahúsunum.