Skápini skulu skrúvast føst

Tórshavnar kommuna fer at eftirkanna allar stovnar í kommununi. Skáp og annað, ið er í vanda fyri at detta, skal skrúvast fast í veggin.


Mánadagin hendi eitt óhapp í Barnagarðinum við Velbastaðvegin, har ein 5 ára gamal smádrongur fekk eitt tungt skáp omanyvir seg.
Óhappið hendi, tá drongurin klatraði upp eftir skápinum, sum ikki var skrúvað fast í veggin.
Ein umbygging er farin fram í Barnagarðinum við Velbastaðvegin seinastu tíðina, og hóast nógv smáting vóru eftir at fáa upp á pláss, eru nýggju barnagarðsstovurnar tiknar í nýtslu.
Í gjár hevði Tórshavnar býráð fund um støðuna har avgjørt var, hvat skal gerast fyri at rætta brekini í Barnagarðinum við Velbastaðvegin.
- Vit fara at gera mangullistar, og fáa rættað manglarnar beinanvegin. Og vit fara eisini at syrgja fyri, at alt sum kann koppa skal skrúvast fast, sigur Heðin Mortensen borgarstjóri.
Kommunan hevur eisini givið boð um, at allir stovnar í kommununi bæði barnagarðar og skúlar skulu eftirhyggjast, so at sleppast kann undan, at skaðar sum hesin henda aftur.
- Húsavørðirnir hava fingið boð um, at alt, sum kann vera í vanda fyri at detta, skal skrúvast fast, so sum skáp, reolir, køliskáp, sigur Heðin Mortensen, og hann heldur fram:
- Tá tað skal gerast á hesum stovninum, so hava vit gjørt av, at tað skal gerast á øllum stovnunum. Vit hava valt eisini at gera tað á skúlum, tí skúlabørn kunnu eisini finna uppá at klatra á skápum, og tí haldi eg at tað er natúrligt at vit gera hetta.