Skaddur á venjaraskeiði

Gambiski spælarin Njogu Demba-Nyren hevur gjørt vart við seg á heldur keðiligan hátt í Esbjerg

Hann var eina viku ov seinur til venjingina í felagnum eftir ársskiftið, og tí er hann revsaður við eyka venjing. Um vikuskiftið var hann millum annað við venjing í sambandi við eitt venjaraskeið í Esbjerg, men hann noyddist at gevast, tí hann fekk ein snudd í fótin.