Maðurin, sum stakk Finn Ougaard, varafúta, skal sita í varðhaldi í fýra
vikur afturat. Tað hevur Føroya Rættur akkurát nú avgjørt.
Tað var 4. mai, at maðurin bíðaði uttanfyri Føroya Rætt við knívi og tá ið
varafútin gekk ígjøgnum úthurðina leyp hann á og stakk Finn Ougaard djúpt í
lærið.
Síðani fór hann beint oman á politistøðina og greiddi frá, hvat hann hevði
gjørt og gav seg upp í hendurnar á løgregluni.
Dagin eftir varð hann førdur fyri rættin í grundlógaravhoyring og tá varð
hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Hann kærdi avgerðina fyri Landsrættin, men fekk ikki viðhald og hevur
sostatt sitið síðani.
Á miðdegi í dag varð hann sostatt aftur førdur fyri rættin og her kravdi
fútin, at hann verður fongslaður í fýra vikur afturat.
Verjin mótmælti, men hevði annars ikki aðrar viðmerkingar.
Rætturin gav fútanum viðhald og hesuferð varð avgerðin ikki skotin inn fyri
landsrættin.
Sostatt fór maðurin beint yvir aftur í fongslið at sita.
Nú skal maðurin til sálarfrøðiligar kanningar, samstundis sum at
Kriminalforsorgin skal gera eina lýsing av hansara lívi og levnaði.
Karen Marie Olesen, fúti, sigur, at arbeitt verður so skjótt sum gjørligt,
men hon kann einki siga um, nær kanningarnar eru lidnar.
Finn Ougaard er ikki sjúkrameldaður longur, men fór so smátt aftur til
arbeiðis í farnu viku, upplýsir fútin.