Skal tryggja rættindini hjá útróðrarmonnum

Meginfelag Útróðrarmanna er við í eini samgongu av útróðrarmonnum í øllum Norðuratlantshavi

?Hetta er ein samgonga, sum skal verða við til at tryggja útróðrarmonnum eitt sosialt og lívfrøðiligt grundarlag til at gagnnýta tilfeingið í havinum á ein burðardyggan hátt.

Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at kókað niður til nøkur fá orð, er hetta endamálið við eini Norðuratlantiskari Útróðrarsamgongu, sum varð skipað í Reykjavík nú um vikuskiftið.

Fyri Meginfelag Útróðrarmanna vóru formaðurin Chris Jan Michelsen og Klæmint Hansen við á stovnandi fundinum, og saman við útóðrarumboðum fyri Noreg, Ísland, Grønland og Ný Fundland, undirskrivaði formaðurin í MÚ undir stovningarskjalið.

Ein umboðsnevndarfundur í MÚ skal nú endaliga staðfesta føroyska limaskapin í samgonguni.

Ein týðandi táttur í arbeiðnum hjá samgonguni verður upplýsa limirnar um, hvønn rætt teir hava, m.a. eftir teimum altjóða avtalum, sum stjórnirnar í londunum hava skrivað undir.Men samgongan skal eisini søkja um limaskap í nevndum, har avgerðir, sum ávirka viðurskiftini hjá útróðrarmonnum, verða tiknar, umframt at hon skal taka lut í kjaki um útróðrarviðurskifti.

Chris Jan Michelsen sigur, at samgongan kann fáa stóran týdning fyri útróðrarmenn í Føroyum. M.a verður tað ein stórur fyrimunur at hava ein felagsskap í rygginum, sum hevur eina velduga vitan um, hvussu ymiskur fiskivinnupolitikkur ávirkar viðurskiftini hjá útróðrarmonnum.

? M.a. vita vit, at beinanvegin handil kemur uppí, verða fiskirættindi miðsavnað har kapitalurin er. Har tað hendir, er útróðurin við sviðusoð.

? Og tað hevur stóran fyrimun hjá okkum at verða við í eini samgongu við lond, har tey tey vita, hvussu hesin politikkurin ávirkar útróðurin. Hann nevnir eisini møguleikan fyri beinleiðis stuðuli, um tað stendur á.