Skála er aftur í fremstu røð

Úrslitini í næstsíðsta umfari lagaðu seg soleiðis, at tað nú er greitt, at Skála næsta kappingarár aftur verður í bestu fótbóltsdeildini

Eftir næstsíða umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er tað greitt, at Skála í 2014 aftur verður av bestu deildini. Undan síðsta umfarinum, sum verður spælt leygardagin um eina viku, hevur Skála 48 stig. Einasti avbjóðarin undan umfarinum í dag var FC Suðuroy, sum hevur 40 stig og harvið ikki hevur møguleika at røkka Skála.

 

Úrslitini í dqg lagaðu seg soleiðis, at tað mest sum er greitt, at Skála vinnur silvurkrónurnar, og at HB endar á bronsuplássinum. Eftir góða gongd og oddasess mesta partin av kappingini hevur HB síðani summarsteðgin mest sum lagt árarnar inn. Tað sást á Sandi í dag, har B71 vann 1-0 á HB við brotssparksmáli miðskeiðis í 2. hálvleiki.

 

Longu á middegi var fyrsta bríkslið í Streymnesi, har B68 vann 5-2 ímóti EB/Streymi, sum varð undirmannað longu miðskeiðis í 1. hálvleiki. Toppskjúttin í deildini, Jónleif Højgaard hatrikk í 1. hálvleiki og fýra mál tilsaman. Hann hevur nú skorað 22 mál.

 

Skála greiddi sín setning væl og virðiliga í Leirvík. Skálamenn fóru til hús við 4-1 sigri og atgongumerkjunum til bestu deildina í viðførinum.  Brian Jacobsen, sum er triði besti málskjútti í deildini við 18 málum, skoraði tvær ferðir í dag. Skála hevur ikki verið í bestu deildini síðani í 2008, tá ið liðið endaði aftast og flutti niður- Í 2010 og 2011 vóru skálamenn og vendu í triði bestu deildini. Í fjør vóru teir um reppið at flyta upp aftur í bestu deildina, og í dag eydnaðist tað so aftur at vinna sess millum tey bestu.

 

FC Suðuroy fekk einki við sær úr Gundadali, har B36 vann 2-0 og við sigrinum lyfti seg upp á síðuna av FC Suðuroy á støðutalvuni. Tóki á Lofti, sum er næstbesti málskjútti í deildini við 20 málum, skoraði bæði B36 málini – eitt í hvørjum hálvleiki.

 

Í Klaksvík endaði tað 2-2 í kvøld millum KÍ og TB, sum síðsta lítla korterið var undirmannað. Tað var hesa løtuna, at KÍ svaraði aftur og javnaði til 2-2.

 

Undan síðsta umfari er TB undir strikuni, meðan EB/Streymur og KÍ eru dygst omanfyri strikuna. Í bestu deildini verður tað eftir øllum at døma annaðhvørt KÍ ella TB, sum flytur niður. Næstbesta liðið hjá niðurflytaranum úr bestu deildini flytur niður úr næstbestu deildini.

 

Leygardagin 5. oktober verður síðsta umfarið, og tá sær skráin soleiðis út: B68-B71, Skála-EB/Streymur, HB-KÍ, TB-B36 og FC Suðuroy-Víkingur.

 

26. umfar

KÍ-TB 2-2

Víkingur-Skála 1-4

EB/Streymur-B68 2-5

B36-FC Suðuroy 2-0

B71-HB 1-0

 

Støðan undan síðsta umfari

B68 53

Skála 48

HB 45

FC Suðuroy 40

B36 40

Víkingur 34

KÍ 30

EB/Streymur 29

TB 28

B71 21