Skála flytur upp

Ólógligur spælari kostar ikki Skála uppflyting

 

 

Sum væntað kom Aganevndin til ta niðurstøðu, at FC Suðuroy verður dømt at vinna 3-0 móti Skála í 2. deild. Dysturin endaði annars við stórsigri til Skála, men tá FC Suðuroy kom eftir, at Jákup Jacobsen ikki var skrásettur sum spælari hjá Skála, kærdu suðuroyingar.

 

Sami Jákup Jacobsen hevur tó eisini spælt ikki færri enn 23 dystir fyri 1. deildarliðið hjá Skála, og tí varð spurningurin reistur, um Skála – ið annars hevur tryggjað sær uppflyting – skuldi dømast at tapa allar hesar dystirnar.

 

Aganevndin hevur tó bert viðgjørt málið viðvíkjandi kærda dystinum. Virgar Hvidbroe, aðalskrivari hjá FSF, sigur við in.fo, at tey ikki hava biðið Aganevndina mett um dystirnar, sum besta liðið hjá Skála hevur spælt.

 

- Vit hava kannað eftir, hvat vit hava gjørt fyrr í slíkum málum, og har eru eingi fordømi fyri, at vit hava leitað aftur í tíðina. Tað er ein kærufreist, sum skal haldast ,um kært verður, og hendan er farin fyri teir dystir, sum Jákup Jacobsen hevur spælt við 1. deildarliðnum hjá Skála, sigur Virgar Hvidbro.