Skálafjørðurin sjálvsagdur sum shippingdepil

Tað finst onki stað í Føroyum, ið hevur betri náttúrgivnar fortreytir fyri havnaútbygging enn Skálafjørðurin

Tað finst onki stað í Føroyum, ið hevur betri náttúrgivnar fortreytir fyri havnaútbygging enn Skálafjørðurin.

 

Tí er tað ein sjálvfylgja, at í tann mun Løgtingið skal betra karmarnar fyri einari menning av føroysku shippingvinnuni – og tað skal tað – so er tað á Skálafjørðinum, at fokus skal verða. Tað er har, ein shippingdepil náttúrliga hoyrir heima, og tað er har stóru útbyggingarnar eiga at gerast.

 

At so verður má eisini vera ein púra náttúrlig fylgja av einari aðrari, risastórari samferðsluverkætlan, sum Løgtingið longu HEVUR samtykt, nevniliga Eysturoyartunnilin.
At gera hann, og samstundis velja eitt annað atknýtt stað til havnaútbygging enn tað best egnaða, er úr vón og viti.

 

Av somu orsøk er tað eisini púra burtur við, nú Heðin Mortensen, javnaðarborgarstjóri í Havn, ætlar sær í Løgtingið at brúka tað sum jarnbrot fyri at fáa framt sítt høpisleysa kommunala prestisjuprosjekt, havnaútbygging fram við Skansanum í Havn.
Hesum borðreiðir hann við í valgrein.

 

Skansaprosjektið er høpisleyst, tí tað er eitt alt ov stórt inntriv í náttúruna, fornminni og mentanararv, alt ov kostnaðarmikið, og serliga tí tað er fullkomiliga óneyðugt. Harafturat er ein stórur partur av borgarunum í Tórshavnar kommunu ímóti hesari verkætlanini, tí hon ger seg inn á eitt av okkara fremstu fornminnum og fríøkjum, nevniliga Skansanum.

 

Í hesum lítla landi er ikki neyðugt at fokusera upp á fleiri øki, tá talan er um stór-havn og shippingdepil, tó at góðar havnir sjálvsagt eisini skulu vera á teimum størru plássunum.

 

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi