Skálavenjarin biður farvæl undir Mýruhjalla

Eftir tríggjar dystir á rað uttan tap hevur 07 Vestur í kvøld møguleika at tryggja sær plássið í bestu deildini

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl undir Mýruhjalla á Skála, har 07 Vestur verður gestur. Dysturin er serligur á tann hátt, at hetta er síðsta ferðin, at skálavenjarin Michael Bjørn Nielsen fer at sita á beinkinum heima á Skála. Í síðsta umfari fer Skála at spæla í Klaksvík.

 

Michael Bjørn Nielsen flutti stutt undan kappingarbyrjan úr Danmark og til Skála. Hóast tað hevur verið stríggið, og tað fyri fleiri vikum síðani varð greitt, at Skála verður annar niðurflytarin, so hevur Skála ikki skift venjara. Dámligi danski venjarin og hjálparvenjarin Erland Tvørfoss hava saman við spælarunum støðugt víst góðan hugburð, hóast brekkan hevur verið brøtt.

 

Eingin fráboðan er komin av Skála, hvussu tað verður við venjara í 2023, men tað liggur í kortunum, at danski venjarin fer av aftur landinum. Ímóti 07 Vestur í kvøld verður miðverjin Jákup Jakobsen leikbannaður, og hann verður heldur ikki við leygardagin í Klaksvík, tí ímóti EB/Streymi sá hann beinleiðis reytt kort. Andreas Egeberg Jacobsen og Teitur R. Joensen eru langtíðarskaddir.

 

Í 07 Vestur vóru teir ovurfegnir mikukvøldið, tá ið teir vunnu 3-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. 07 Vestur er á sætta plássi, og um tað eydnast tilsaman at vinna eitt stig á Skála í kvøld og leygardagin á heimavølli ímóti AB, so verður 07 Vestur heilt víst eisini partur av bestu deildini í 2023. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur 07 Vestur vunnið úrtøku – 1-1 í Runavík, 1-1 á heimavølli ímóti B36 og mikukvøldið 3-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Martin Tausen er burturstaddur, Teitur Olsen er knæskaddur, Ári Arge hevur brotið hondina, og Dan Fróðason og Hákun Edmundsson eru langtíðarskaddir í mjødnini. Mikukvøldið sá Jóannis á Steig gula kortið fyri fjórðu ferð, og tí er hann leikbannaður í kvøld.

 

Í vár endaði tað málleyst, tá ið 07 Vestur var á Skála, og í summar vann 07 Vestur 2-0, tá ið Skála vitjaði í Sørvági.