Vandin fyri skalvalopi er stórur nú kavin blotnar. Í Vestmanna leyp ein skalvur í gjár, sum oyðilegði ein vatnbrunn. Vandi var annars fyri, at hann fór at raka nøkur sethús, sum stóðu nærhendis, men tíbetur kom hann ikki so langt.
Eisini aðrastaðni er vandin fyri skalvalopum stórur. Onkustaðni verða teir møguliga noyddir at spreingja kavan burtur, so at teir hava stýr á tí, sum fer á bólt.
Íslendsk bjargingarfeløg hava nýtt høvið til at siga føroyingum takk fyri hjálpina, við at bjóða spreingiserfrøðingar fram, um tað skuldi verið neyðugt.
Higartil hava føroyingar boða teimum frá, at teir frætta nærri tá myndugleikarnir kenna støðuna eitt sindur betri.
Men okkurt skalvalop er farið á rull.
Í Galvinum á Kalsoynni leyp ein skalvur í gjár.
Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali, sigur, at har gekk eitt seyðafylgi uppá 25 seyðir, sum teir ikki sluppu til.
? Nú er skalvurin so lopin, men vit vita ikki hvussu nógv av tí er farið fyri skeyti.
Tá vit tosaðu við hann í gjár, vóru teir á veg at taka seyðin upp, sum stóð í fjøruni.
Galvurin er felagshagi, og har eru fleiri eigarar.
Bjørn Kalsø sigur annars, at teir hava verið í haganum og slóða fyri, so seyðurin sleppur til seyðahúsini og meir fáa teir ikki gjørt enn.
? Og nú siga teir frá verri veðrið, so tað er ilt at siga hvussu verður.