Tvey føroyingalið í bestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki tíðliga seinnapartin í dag.
Súna K. Hansen høvdu undan dagsins heimadysti móti Sønderjyske tapt fimm dystir á rað, men í dag brast fyri nev hjá Skanderborg.
Skanderborg vann greiðan 34-26 sigur. Tað lá serliga væl fyri hjá Súnu og liðfeløgunum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skanderborg greitt á odda 17-10.
Súna skoraði fýra mál, og vann liðnum trý brotskøst.
Skanderborg hevur tvey stig fyri seks dystir.
Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á heimavølli 31-35 (13-17) fyri Keypmannahavn.
Rakul stóð seg betri enn kappingarneytin, Stephanie Christensen í dag. Rakul bjargaði sjey av 21 málroyndum. Kappingarneytin bjargaði bert fýra av 21 málroyndum.
Ringkøbing hevur seks stig fyri seks dystir, og er nummar sjey í deildini.