Eitt møguligt endurgjaldskrav frá reiðarínum hjá Jógvani S fer at enda hjá skattaborgaranum, sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur. Ábyrgdin hjá landsstýrismanninum er politisk, og embætismeninir, sum skrivað hava undir tilsøgnina, hanga neyvan upp á nakað fíggjarligt krav, sigur hann.
Hóast hann heldur tað vera løgið, at landsstýrismaðurin, sum sat, tá málið um Jógvan S varð avgreitt, ikki fekk málið á sítt borð, er Bjørn á Heygum ikki í iva um, at ábyrgdin er hansara.
?Nú er Jørgen Niclasen ikki landsstýrismaður meira, so Jacob Vestergaard hevur arvað politisku ábyrgdina. Men fíggjarliga ábyrgdin áliggur Fiskimálaráðnum. Og tað vil í seinasta enda siga vanliga skattabrogaranum, um tað kemur so langt. Men tað verður so rætturin at avgera, leggur Bjørn á Heygum dent á.
Sjálva tilsøgnina um veiðiloyvi til Jógvan S hava tveir embætismenn skrivað undir. Men teimum kann ikki leggjast nakað endurgjaldskrav í móti, metir løgfrøðingurin.
?Kemur tað so vítt, má tað vera tí, at okkurt kriminelt er farið fram, vísir hann á.
Hinvegin kann tað koma so vítt, um talan er um grovt forsømilsi ella mistøk í embætisførsluni, at tað kann koma at ganga út yvir størvini hjá viðkomandi embætismonnum. Men heldur ikki tað vil Bjørn á Heygum siga nakað ítøkiligt um í hesum ávísa málinum.
?Eg kenni tað ikki nóg væl til tess, sigur hann.
Men Bjørn á Heygum undrast stórliga á, at eitt slíkt mál sum hetta, skal vera avgreitt av tveimum embætismonnum, uttan at tað skal vera komið til landsstýrismannin yvirhøvur.
Men soleiðis sigur Jørgen Niclasen, sum var landsstýrismaður, tá málið varð avgreitt, at tað fór fram.
?Málið er ongantíð komið á mítt borð. Nú aftan á dugi eg at síggja, at tað skuldi tað helst verið, sigur hann. Men eg hevði fulla politiska ábyrgd av tí.
Bjørn á Heygum heldur tað vera nokk so løgið, at málið ikki hevur verið hjá landsstýrismannin. Serliga tá hugsað verður um, hvussu nógv málið líkist øðrum málum um veiðilovyi, sum hava verið frammi undan hesum.
?Tað átti at verið nokk til, at farið varð meira varliga fram og allir instansir vóru tiknir við upp á ráð, heldur løgfrøðingurin.
Sosialurin spurdi annan av embætismonnumnum, sum hava skrivað undir tilsøgnina til reiðaríið hjá Jógvani S, um tað var vanlig mannagongd, at slík mál vórðu avgreidd, uttan at landsstýrismaðurin visti av.
Embætismaðurin hevði ikki hug at gera viðmerking til málið beint nú, segði hann.
Heldur ikki Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil gera fleiri viðmerkingar í løtuni.
Hann hevur hugsað um støðuna um vikuskfitið og sigur seg standa við sína støðu, sum hann ikki vil kunngera, fyrr enn tær møguligu politisku og løgfrøðiligu avleiðingarnar eru kannaðar gjølla.