Men tíverri merkir skattgjaldarin enn stramma kvørkratakið og tunga okið. Hóast flestu arbeiða nógv, er at kalla onki eftir, tá ið skattir og avgjøld eru latin.
Tó at samgongan hevur tikið fleiri hundrað milliónir ov nógv inn frá skattgjaldaranum, og landskassin somuleiðis hevur fingið 900 milliónir í endurgjaldi fyri bankabjargingina ? sum skattgjaldarin hevur goldið, ja, so eru als ongar ætlanir hjá núverandi samgongu at lækka skattin ? hoyra vit.
Spurningurin er, hví landskassin á slíkan hátt ár eftir ár skal eyðræna arbeiðandi føroyingin óneyðugt?
Hóast tað stóð illa til fíggjarliga, megnaðu Sambandsflokkurin og hansara samgongufelagar, at lækka skattirnar fleiri ferðir undir seinastu samgongu. Tað skulu teir hava tøkk fyri. Tíverri er nú vent í holuni hesum viðvíkjandi.
Einstakar fólkafloksrøddir harmast um, at ongin skattalætti verður givin.
Men tað tykjast bert vera lótir, tí fólkaflokkurin kann fremja ein skattalætta - um teir vilja.
Føroyingar hava altíð vitað, at Landskassin er ein rættuliga ótættur peningakassi. Nógvur peningur í hesum kassa, er ongin trygd hjá borgaranum.
Peningurin er nógv tryggast í lummanum hjá skattgjaldaranum. Hví skal landskassin leggja í løður, fleiri hundratals milliónir hvørt ár?
Landskassin eigur ikki at taka meiri pening frá landsins borgarum enn neyðugt!
Samgongunar boðskapur í løtuni til føroyingin er hesin: Halt fram at arbeiða og stríðast, so Landskassin vinnur pening í yvirflóð.
So kann arbeiðandi føroyingurin skifta útslitna bilin út ? uppá lán.
Somuleiðis viðlíkahalda húsið ? uppá lán.
Landskassin er nevniliga farin avstað við vinninginum, ið hevði kunnað gjørt, at føroyingurin kundi gjørt neyðugu útskiftingarnar og viðlíkahaldini ? kontant.
Hvussu leingi skulu vit knógva undir óneyðugum skattaoki, ið avspeglast av einum landskassayvirskotið uppá nógvar hundratals milliónir hvørt ár?
Vónandi ikki leingi.
Tað er neyðugt, at skatturin verður lækkaður!
Vinarliga
Marjus Dam, løgtingsmaður