Skeið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Aftur í ár verður skipað fyri skeiði í máling, seyming og tøving í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Skeiðini verða í døgunum frá 20. til og við 22. juli. Tað eru tær tríggjar Randi M. Gunnarsdóttir, Oddvør á Lakjuni og Unn E. Petersen sum ið skipa fyri skeiðunum

Tvey skeið í máling, seyming og tøving vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta summar.


Skeiðið byrjaði fríggjakvøld, og longu áðrenn tað fyrsta kvøldið var runnið, var íblásturin hjá luttakararunum so stórur, at teir vildu ikki leggja amboðini fyri at hvíla til ein langan leygardag fyri framman.


Men tíðliga leygarmorgunin var Mentanarhúsið aftur fult av kreativum fólki, ið bara vildu skapa mera. Allan leygardagin á varð framleitt av lívsins kreftum, og tað leið væl út á sunnumorgunin áðrenn amboðini hvíldu aftur.


Sunnudagin varð so endabresturin, har sýnast skuldi fram. Men luttakararnir høvdu skapað so nógv og høvdu so ilt við at steðga, at framsýningin bleiv meira eitt verkstað, har tey vitjandi høvdu høvið at hyggja at, meðan listafólkini løgdu seinastu hond á verkini.


Nógv fólk vitjaðu framsýningina, og áhugin var stórur at fáa fyriskipararnar at skipa fyri einum skeiði afturat. Hetta verður nú aftur í ár veruleiki, og verður Mentanarhúsið í Fuglafirði, ið er sera væl egnað til tílík tiltøk, aftur karmur um skeið í máling, seyming og tøving í døgunum 20., 21. og 22. juli 2007.


Tað eru tær tríggjar kreativu eldsálirnar Randi M. Gunnarsdóttir, Oddvør á Lakjuni og Unn E. Petersen, ið skipa fyri. Til ber at ringja til eina teirra og fáa meira at vita ella at tegna seg á tlf. 266575 (Randi) ella 224253 (Unn)