Skeiklað grundarlag ella ítøkiligan politikk?

Lat meg byrja við at staðfesta, at alt virksemi og allar verkætlanir hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi hava sum endamál at gagna øllum ríkinum - við útgangsstøði í Føroyum.

 

Havgransking, betri kunning um og til tey ungu í Ríkisfelagsskapinum, filmspulja til dokumentarar um Ríkisfelagsskapin, betri umstøður til løgregluna í Føroyum at virka og ætlandi nýtt fongsul - alt hetta hevur útgangsstøðið í Ríkisfelagsskapinum.

 

Hetta er linjan hjá Sambandsflokkinum, ítøkilig úrslit, sum skapa trivnað, upplýsing og eru við til at menna Ríkisfelagsskapin. Vit ivast ikki í, hvussu vit skulu brúka ein fólkatingssess og tí tosar flokkurin við einari tungu til fólkatingsvalið. Tað sama ger seg tíverri ikki galdandi fyri aðrar flokkar.

 

Lat meg útdýpa:

 

Tað er ikki neyðugt at greiða frá, hví grundarlagið fyri loysingarflokkar á fólkatingi er skeiklað. Teir tosa um yvirtøkur, meðan teir gremja seg um, at avgerðir verða tiknir yvir høvdið á okkum - skeg, ha?

 

Yvirtøkur skulu fyriganga heima í Føroyum og ikki í Danmark og tískil er tað púra absurd at tosa um yvirtøkur á Fólkatingi, sum er júst tað, mann hevur gramt seg um at byrja við!

 

Men tað áhugaverda fyri meg er, at valevnið fyri Javnaðarflokkin úttala seg um, at tey fara at blanda seg í innanríkispolitikk í Danmark. Ítøkiliga snúði hetta seg um at atkvøða ímóti løgfrøðiligum kynsskifti - men kanska er tað gleðiligt, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu semjast um okkurt.

 

Tað er ikki nakar slyngur í valsinum hjá Sambandsflokkinum - vit blanda okkum ikki í donsk viðurskifti, tá tað ikki viðvíkur Føroyar ella føroyingar - punktum.

 

Øll kunnu verða forlongdi armurin hjá Løgtinginum og Landsstýrinum - tað krevst ikki ein flokspolitikkur til hetta. Tí, sært tú, trupulleikin við óítøkiligum politikki er, at veljarin hevur einki at fyrihalda seg til ella at halda sítt valevni til.

 

Vel tí Sambandsflokkin - vel ítøkiligan politikk.

 

X við Johan Dahl,

 

Valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsval 2022