Vit eiga at krevja, at skeinkistøðini verða stongd um jólini. Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Løgtingið hevur beint nú samtykt at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, heimild til at lata matstovur og skeinkistøð aftur og at avmarka talið á gestum.
Í hesum sambandi hevur spurningurin um taktikkin hjá samgonguni, verið umrøddur. Landsstýrið hevur dúvað upp á tilmæli og álit, men í Løgtinginum í morgun spurdi Bjarni Kárason Petersen tingmaður fyri Framsókn, hvat rætta mannagongdin er. Skulu vit bíða eftir at seta tiltøk í verk til smittan er farin at breiða seg, ella skulu vit seta tiltøk í verk fyri at forða smittuni í at breiða seg?
Johan Dahl sigur, at eftir hansara tykki er tað bara eitt, sum gevur meining og tað er at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri, at smittan fer at breiða seg, tí hann heldur, at alt annað er meiningsleyst.
Tí heldur hann, at landsstýrið skal brúka heimildina, tað nú hevur fingið, til at krevja, at skeinkistøðini verða stongd nakrar dagar fyri jól til nakrar dagar eftir jól. So eiga tey, sum reka skeinkistøðini at fáa endurgjald fyri missi.
Samstundis eiga vit at mæla fólki til at halda seg heima, sigur hann. Gera vit ikki tað, skulu vit vera greið yvir, at smittan fer at breiða seg aftur í Føroyum, sigur Johan Dahl.