- Tað er stórt spell, at vit ikki keypa henda bygningin. Hesin kundi verið brúktur til nógv ymisk mentanarlig endamál, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Men í býráðnum var altso ikki semja um at keypa Skeiva Pakkhús, sum seljararnir hava lýst til sølu. Prísurin varð mettur at vera í hægra lagi.
Sambært borgarstjóranum høvdu Skeiva Pakkhús og grannahúsið Müllers Pakkhús verðið vælegnað til ymisk mentanarlig endamál.
Royndirnar við Müllers pakkhúsi hava verið sera góðar og positivar, og tí sá ein fyri sær, at hetta økið kundi verðið eitt veruligt savnsøki, har sluppir og onnur søgulig skip og bátar kundu ligið.
- Fjølbroyttu tiltøkini, sum hava verið í Müllers pakkhúsi hava prógvað, at tørvur á er slíkum húsi, verður sagt.
Somuleiðis eru afturmeldingarnar frá gestum og fyriskiparum sera positivar, eins og gravgangur er eftir at sleppa av nýta hetta húsið.
Við teirri ætlanini sum er gjørd fyri Skálatrøð kundi alt hetta økið gjørst ein eind bæði fyri borgarar, ferðafólk og gestir annars.
Men soleiðis vildi býráðið tað altso ikki. Og á fundinum í gjárkvøldið fall uppskotið um at keypa skeiva Pakkhús við teprum meiriluta – seks vóru fyri og sjey ímóti.