Stór kórstevna í Vestmanna um vikuskifti

Umframt stórt felagskór og gestakór úr Íslandi, fara 17 kór úr øllum landinum á pall í ítróttarhøllini í Vestmanna leygardagin klokkan 16, tá Ársins Kórfestivalur verður

 

Kórstevnur hava verið hildnar kring landið síðan 1966. Kórstevna hevur áður verið í Vestmanna - í 1986 og aftur í 1992. Tað er sostatt langt síðan, at vestmenningar hava havt kórstevnu í bygdini.

 

Tað eru Vestmanna Sangkór og Kórsamband Føroya, sum skipa fyri stevnuni. 

 

Ofta hevur verið leitað út um landoddarnar at finna kórleiðara at leiða stóra felagskórið. Nevndin í kórsambandinum avgjørdi, at tann rútmiski kórsangurin skuldi á breddan í ár, og tí varð heitt á danska kórleiðaran, Margrethu Debel Christensen, um at koma til Føroyar at arbeiða við felagskórinum.

 

Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar.

 

Síðan 2015 hevur konsertin við kórunum eisini verið skipað sum kapping. Soleiðis verður eisini í ár. Kórini fáa í mesta lagi sjey minuttir í part at sannføra dómararnar um, at tey eru tey bestu í Føroyum.

 

1.,2, og 3. virðisløn verður latin.

 

Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson. Eisini kunnu tey, sum eru á konsert, atkvøða fyri besta kórinum til áhoyraravirðislønina.

 

Konsertin byrjar klokkan 16, og atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við dyrnar.

 

Kórini framføra í hesari raðfylgju: Felagskórið, Vestmanna Sangkór, Ljómur, Glymur, Stranda Sangkór, Silvitni, Vágakórið, Xperiment, Tórshavnar Manskór, Gøtu kirkju ungdómskór, Eystanljóð, Miðnámskórið á Kambsdali, Havnarkórið, Fuglafjarðar sangkór, Brak, Tarira, Morgunkórið, Tórshavnar kamarkór, Karlakór Vestmannaeyja 

 

Meir fæst at vita um stevnuna á www.kor.fo