Umstrídda farloyvisskipanin hjá ALS verður ikki avtikin. Tað er niðurstøðan, nú jJohan Dahl enn eina ferð fer at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta Arbeiðsloysisskipanina. Tað royndi hann eisini í heyst, men tá tók hann uppskotið aftur, tí ymisk ivamál tóku seg upp. Ein partur av uppskotinum, sum fekk nógva umrøðu, var ætlanin at avtaka farloyvisskipanina.
Hon ber í sær, at fólk, sum eru í arbeiði, kunnu fara í farloyvi eina tíð, og fáa gjald úr ALS, men at ein arbeiðsleysur so afturfyri fær arbeiðið fyri vanliga løn. Men nú Johan Dahl aftur leggur uppskot fyri løgtingið, verður hendan skipanin ikki avtikin. Men hinvegin verður tað nógv verri at fáa nyttu av henni. Tí nú verður skipanin ikki sett í verk, fyrrenn arbeiðsloysið fer upp um seks prosent.
Henda skipan varð sett í verk í fíggjarliga trongum tíðum við stórum arbeiðsloysi, og tørvur var á skipanum, sum kundu geva fólki ítøkiligar og virðismiklar arbeiðsroyndir. - Tað er framvegis tørvur á virðismiklum arbeiðsroyndum, men sum støðan er nú har arbeiðsloysið er 3,2 prosent, er minni tørvur á skipanini við ALS-farloyvi, sigur Johan Dahl í uppskotinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at hendan broytingin, sum nú verður gjørd, fer at spara ALS einar 3,3 milliónir krónir í arbeiðsloysisstuðuli um árið. |