Skeyt mammuna og eitt av børnunum

Í meiri enn eitt samdøgur hevur løgreglan í amerikanska statinum New Jersey roynt at fáa ein vápnaðan mann, sum hevur tikið trý børn gíslar, at geva seg yvir, men higartil til fánýtis. Frammanundan hevði hann skotið mammuna og eitt barn. Løgreglan hevur kringsett húsini og roynir at tosa mannin til rættis.

-Vit gera alt fyri at fáa ein friðarligan enda á hesum, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Steve Jones, við tað lokala blaðið Times of Trenton.

Blaðið veit at siga, at maðurin hevur livað saman við mammuni og børnum hennara nakrar mánaðir. Talan er um tríggjar tannáringar og ein fýra ára gamlan drong. Løgreglan dugir ikki at siga, hvørji børn eru eftir á lívi.