Skeyt tvær løgreglukvinnur

Tvær løgreglukvinnur vórðu skotnar í útjaðaranum av enska býnum Manchester í morgun. Tær vórðu so meint raktar, at báðar doyðu. Ein maður er handtikin og skuldsettur fyri drápini. Harafturat hevur løgreglan sett hann í samband við tvey onnur dráp.

Tær báðar kvinnurnar vóru farnar at kanna eitt mál, eftir at onkur hevði ringt eftir løgregluni, og tá tær komu hagar, skeyt onkur eftir teimum. Vitni hava greitt frá, at tey hoyrdu 13 skot, og at ein spreinging var eisini.

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava skotið, fór sjálvur til løgregluna stutt eftir og gav seg yvir. Nú hevur løgreglan eisini sett hann í samband við tvey dráp í síðsta mánað.