Skíggin á Argjum eisini raktur

Eisini á Argjum fekk nýggi stórskíggin skaða, tá toran gekk í fyrradagin.

Í gjár skrivaðu vit, at stórskíggin í Gundadali hevði fingið skaða, og á heimasíðuni hjá AB verður skrivað, at sama skil er á Argjum.

Stórskíggin er samansettur av 12 skíggjum, og 1 av hesum er nú púrasta óvirkin. Hartil hava tríggir av hinum skíggjunum fingið skaða, so talan er um hampuliga umfatandi skaða. Tó ber til at brúka talvuna, tá AB í morgin tekur ímóti 07 Vestur.