Skip ella arbeiðspláss?

Byggja vit »skip« - ella byggja vit arbeiðspláss, tá ið vit byggja skip? Skip aftaná skip er komið. Vøkur, snotilig, angandi av nýggjari máling, skín-andi í sólglæmuni, fagurt litt, føgur á at líta. - Tey vóru gul - svørt - blá og reyð. Tey hava eitt yndisligt spring, vakrar nærum sansiligar linjur og kurvar - meðan arbeiðsplássið nærum altíð var einans ein hissini amboðskassi, stúvaður niður í bonkin, nakrir pakkar av seymi, eitt noða av twine, nakrar slanguklemmur, eitt sløg av gummipakningi. Nøkur bretti surrað uppá brúgvatakinum? tað var alt - og tað er framvegis alt!

Hyggja vit eftir hvat vit hava gjørt, so kann sigast, at vit fyri skjótt mongum árum síðani lótu byggja nøkur skip, men burtursæð frá hesum at reka sjálv skipini, so hava vit ikki bygt arbeiðspláss á sjónum. Tað tykist ikki at hava verið hin stóri áhugin fyri hvussu gerast skuldi við fiskin, eftir at hesin var komin á dekkið. Hvørki á føroyskum skipasmiðjum ella millum reiðarar var nakar áhuga fyri spurningum sum rationalitetur, funktionalisma ella ergonomi. Óbroyttur, enn her á okkara døgum, ræður framvegis tann hugburður, sum gjørdi seg galdandi, tá víðagitna skottfjølin, ætlanin var at nýta til flekiborð, var hird aftur hagar hon var tikin


Hevur kostað okkum alt

Ólíka longri høvdu vit verið komin sum tjóð, høvdu vit við síðuna av okkara mætu sjóhetju niðri í Vágsbotni havt sett upp eina standmynd av føroyska sjómanninum tvíhaldandi um sína skottfjøl. Dagliga áminningin um hetta syrgiliga fyribrygdi - hesa skottfjalamentanina, vit kunnu kalla, kundi tá havt ført til, at tað fyri langari tíð síðani hevði verið beint fyri hesi mentan. Ein mentanarleivd - ella meira rætt kanska »eitt arrogant hugmøðisligt villfarilsi«, ið hevur verið okkum til størsta ógagns, at størsta meini og hevur kostað okkum alt.

Tá skottfjølin varð tikin upp, var hon lykilin inn í hin teknologisk framkomna heimin. Tá hon eftir bert einum lítlum bili aftur varð vrakað, vórðu allar royndir til tess at lyfta føroyska fiskivinnu úr miðøld fram til okkara dagar fullkomiliga lagdar í oyði.


Tað hevði verið ólíkað lættari

Tað kundi eisini verið spurt soleiðis í samband við hús, og skulu vit til dømis fara undir at framleiða bilar, so er ivaleyst ikki nóg mikið einans at byggja eitthvørt hús. Neyðugt verður tá at byggja okkum tílík arbeiðspláss, ið gera tað møguligt hjá okkum at fara undir at framleiða bilar. Samanumtikið so hava vit í Føroyum bygt ørgrynnu av húsum, men vit eru av hesi orsøk ikki førir fyri at framleiða bilar. Vit hava ikki gjørt íløgur í tílík arbeiðspláss, sum ein bilídnaður hevur fyri neyðini. Vit kunnu sláa fast, at sjálvt um vit hava nóg mikið av húsum, so eru vit ikki førir fyri at framleiða so frægt sum ein einasta billut. Mær vitandi so hevur eingin gjørt sær tankar um at seta á stovn ein tílíkan ídna. Ikki tí, tað vildi ikki verið hitt býttasta hugskotið, at fingið samráðst seg fram til framleiðslu av einumhvørjum einføldum luti og virka sum undirleverandørur hjá til dømis bilaídnaðinum ella einumhvørjum øðrum líknandi ídnaði.

Tílíkt hevði verið ólukku lættari enn at fáast við framleiðslu av fiskablokki gjørt úr tí svikafulla grundarlagnum til rávøru, hesin ídnaður hevur at dragast við. Var tað hinvegin einhvør komponentframleiðsla í staðin, hevði flotin kunnað verið býttur um við eina ordrabók. Tað negativa hevði tá verið, at rávøran hevði komið uttaneftir, og at okkara fiskivinnurelateraða mentan rættiliga skjótt hevði farið í søguna so hvørt, sum fiskiflotin hevði minkað burtur í einki.


Upp og niður - aftur og fram

Orsøkin til at hetta verður sagt, er tann, at framleiðslan av fiskablokki er víst til at førka seg aftur og fram, upp og niður, alt svingandi við teim sera turbulentu viðurskiftunum, ið galda fyri útboðini av ráfiski, har tað ikki fæst nøkur trygd fyri, at fiskurin í morgin hevur somu dygd, sum fiskurin frá í gjár. Hetta tí at vit ongantíð hava gjørt nakað grundleggjandi fortreytirnar hesum viðvíkjandi.

Uttan at tað vóru gjørdar íløgur í arbeiðspláss úti til havs, sum kundu havt tryggjað okkum stabil ráfiskaviðurskifti (les: stabil góðskukriteriir) sum grundarlag undir blokkframleiðslu í størri stíli, so var øll føroyska orka løgd í at byggja upp eina framleiðsluorku til ein rávørustreym, sum reelt ongantíð hevur verið til - hvørki nú ella tá. Støðan innan fiskiídnaðin er einki annarleiðis enn støðan innan tann ikki eksisterandi bilídnaðin. Í báðum førum eru fortreytirnar ikki til.


Var tað nú tað???

Hyggja vit nærri eftir, hvussu vit hava gjørt, tá vit hava bygt t.d. kirkjur, so er greitt, at alt endamálið við hugtakinum kirkja hevur ligið frammalaga í huganum, tá teknað og bygt hevur verið. Menn hava vandað sær um, ikki bert tað verðsligt visuella, men eisini um allar tær funktiónir, skyldur og tænastur, sum eru partur av einari kirkju. Flest allar kirkjur kunnu tí sigast at vera »væl úr hondum greiddar« ergonomiskt, og flestu teirra kunnu sigast at vera góð arbeiðspláss. Sjálvt um tað ikki kann sigast, at ein kirkjulig funktión er tikin fram um eina aðra, so hevur stórur dentur verið lagdur á tað rationella og tað praktiskt funktionella, tá bygdar hava verið kirkjur.

Síðst í 50-árunum, fyrst í 60-árunum var føroyski fiskiflotin endurnýggjaður. Tey, sum enn minnast hesa tíðina við euforiskari optimismu og angan av nýggjari máling, munnu eisini minnast ilingarnar av einari kollektivari orku, nýggjum dirvi og einari nýggjari trúgv. Tað sá gott út - spurningurin er: »Var tað nú tað?«


Teir. ið bygdu kirkjurnar vóru frammanfyri

Verður hugt nærri eftir hesum skipum og spurningarnir verða settir um ergonomi, funktionalismu og rationalitet, so er skilligt, at hesir, ið hava fingist við at byggja kirkjur og forsamlingshús, hava verið langt framman fyri teir, sum ábyrgdina hava havt av at standa fyri endurnýggjanini av okkara fiskiflota. Ikki tað allarminsta - einki - ikki so frægt sum ein fjøl varð sett upp til nakað, ið kundi havt líknað ergonomiskt treytaðum tiltøkum, ikki eitt arbeiðsborð ella nakað tílíkt. Ikki tí, tað vóru líka so nógvar tekningar sum tað vóru skip, og sjálvt um øll skipini funktionalistiskt sæð vóru fullkomiliga eins, so var nærum einki skip akkurát sum hitt. Á hesum tekningum kundi um stýriborð framman tvørs á summum síggjast ein lítil sirkul. Hesin sirkul indikeraði ætlaða staðið at seta línuspælið á. Annars var einki.

Jú, tíverri, ásannast má, at tað hevur verið munur á hesum, ið hava bygt okkara kirkjur, og so á teimum, ið hava staðið á odda fyri okkara enormu íløgum úti til havs. Tað kann tykjast sum um talan kann hava verið um ein markantan lyndismun.

Meðan kirkju- og urgubyggjararnir funnu saman og ikki bert hava kært seg um, hvussu kirkjan fór at síggja út móti verðini, men eisini hava skapað eina avvigaða heild, so hava hesir, ið hava latið byggja skip, nærum uttan undantak fyri sínum innaru eygum, sæð eina heilt aðra mynd, nevnliga ta narcissistisku: Teir hava sæð myndina av sjálvum sær: Heroiskir konstruktørar - staddir umborð - á brúnni - standandi á stýrisborðsveingi, meðan skipið tignarliga glíður søkklaðið og framtungt inn móti bryggjuni, har sólirnar skína. Á tremur upp undir lúnningarnar og eisini tað ikki brúkta økið til arbeiðspláss varð tikið til størri og størri rúgvur av maltrakteraðum fiski.


Munurin var ein suveren teknologi

Um kappingina ímillum Japan og USA - 80-árunum ber til í bókini YEN eftir Daniel Burnstein at lesa um, hvat ið tað var, sum var til munar millum londini bæði og sum endaði við, at Japan síðst í 80-árunum legði seg langt fram um USA á at kalla øllum økjum. Nei, tað vóru ikki kursmunir og valutaviðurskifti, ið gjørdu seg galdandi. Kappingarførleikin kom av einari suverenari teknologi, betri framleiðsluhættum og skilagóðari økonomiskari stýring á stjórnarplani. Talan var um ein annarleiðis og betri struktur. Lætti og meðaltungi ídnaðurin í Japan var førur fyri at »levera« innan 60 dagar, meðan USA ikki var ført fyri at lata vørurnar fyrrenn eftir nærum seks mánaðar eftir umbøn. Meðan brek kundu finnast á millum8 og 10% á amerikanskt framleiddum vørum, var tilsvarandi talið í Japan niðri á einum prosenti. Men høvuðsorsøkin var fyrst og fremst munurin í íløgum. Meðan amerikanska vinnulívið árliga gjørdi íløgur uppá 2.600 dollars fyri mannin, settu japanar 2,5 ferðir so nógvan pening í nýggja útgerð, umskúlingar og betringar av ymiskum slag. Japan gjørdi í 1977 íløgur svarandi til 6.500 dollarar/mann/ár.


Eitt løgi fyribrigdi

Sum eitt kuriosum og til sammetingar hava vit her í Føroym nakað, ið teir rópa íløgustuðul. Hesin stuðul er eitt løgið fyribrygdi: Peningurin verður brúktur vum eitt slag av konserveringssubstansi. Hildið verður lív í nøkrum gomlum skipum, ið fungera sum eitt slag av fysiskum panti hjá teim lánistovnum, sum ikki enn hava fingið avskrivað allar snøklar, sum eftir eru í føroyska flotanum eftir skrallið, ið gjørdist sjónligt í 1988. Nógv av hesum skipum, ið fáa henda stuðul, eru oman fyri 30 ár til aldurs, okkurt er eldri, okkurt eitt sindur yngri, okkurt er slett ikki til.


Kappingarførið er eitt ókent fyribrigdi

Her í Føroyum kunnu vit tískil nóg illa tosa við um tílík viðurskifti sum kapping, tí hetta er ókent fyribrigdi. Vit tosa framhaldandi, so løgið tað kann ljóða, støðugt um at fáa vinning burtur úr gomlum burturkasti: Burturúr einum kapitalapparati, sum stendur í ongum pengum. Harragud siga menn: »Skipið stendur nú bert í so og so fáum krónum, so nú má tað so for ólukkan fara at bera til!« - At vit um somu tíð tosa um eitt kapitalapparat, sum ikki kann nýtast til nakað sum helst, (nettupp tí at tað einki er vert!) - tað fortreingja vit framhaldandi. Tað er sum at sletta vatn á gás, verður roynt at fasthalda kjakið og vísa á, at tað ikki ber til at fáa lønsemi burturúr einum hvørjum skipi, bert tí at hetta ikki longur hevur nakran góðan, men liggur svínabundið við onkra bryggju og tískil kann fáast fyri lítið og lætt. Tað er einki mark fyri lovprísanini, ið kann taka seg upp runt eitt tílíkt svínabundið fund: »Tú skuldi sæð motorin - hevur svarta einki gingið, tað er einans at taka og skifta okkurt rørið - okkurt er kanska við koblingini og onkrari pumpu?«

Nýggjasta dømið er akkumuleringin av skuld í blokkvirkinum vesturi í Vágum, har menn nú eru farnir undir at hjálpa kreditorunum burturúr teirra dilemma! Í staðin fyri at hava gjørt íløgur í røttu teknologiina úti til havs, hava vit sett nakrar milliónir á okkara fíggjarlóg ætlaðar til at pjøssa um yvirleðrið á okkara skeivt niðurslitna flota av gomlum tuflum.


Vit byggja einki- hvørki skip ella arbeiðspláss

Tann flotin, vit liggja og pjøssa um, varð bygdur sum »skip« fyri 30-40 árum síðani. Tað, sum varð bygt afturat hesum flota í 80-90-árunum, hevur eisini í stóran mun snúð seg um tað visuelt vakra skipið heldur enn um raionel ergonomisk røtt og funktionalistisk skip. Arbeiðspláss í orðsins sanna týdningi hevur tað als ikki og ongantíð verið talan um.Skip aftaná skip er komið. Vøkur, snotilig, angandi av nýggjari máling, skín-andi í sólglæmuni, fagurt litt, føgur á at líta. - Tey vóru gul - svørt - blá og reyð. Tey hava eitt yndisligt spring, vakrar nærum sansiligar linjur og kurvar - meðan arbeiðsplássið nærum altíð var einans ein hissini amboðskassi, stúvaður niður í bonkin, nakrir pakkar av seymi, eitt noða av twine, nakrar slanguklemmur, eitt sløg av gummipakningi. Nøkur bretti surrað uppá brúgvatakinum? tað var alt - og tað er framvegis alt!

Tað er eingin broyting í okkara hugburði í samband við kappingarføri. Sum tað var eftir stríðslok í 1945, so er tað enn í dag. Komnir í 50-árini var tað eydnast okkum at brenna av allar kapitalognirnar hjá teimum stóru handilshúsunum suðuri í Suðri. Alt fór í sluppirnar, ið vórðu umbygdar fyri himmalin viti hvussu nógvar milliónir. Koltrolararnir fóru við sínum stóra parti. Illa komnir av teim skaðum vit við nýggja trolaraflotanum hava givið okkum sjálvum, tykist tað sum um tað ikki er orka eftir til so frægt sum at byggja upp. Á øllum fýra, eyðmýktir. útbrendir og bankaðir detta vit um gáttina inn í eina nýggja øld?

At tala um trygd og trivna í einum samfelag, har inntøkugrundarlagið byggir á nærum fullkomna tilvild, er ábyrgdarleyst. Fyri teir nógvu er talan um tað bera hykl. Nærri vit koma okkara lóggevarum og fremstu avgerarum, tess meira fær tosið brá av at verða manipulerandi og komin upp á ovastu tindar samfelagsins, tá er talan um bæði hykl og manipulatión.

Tíðin fer at vísa, hvussu leikur fer.