Í Danmark hevur Sjó- og Handilsrætturin víst aftur einum kravi frá einum norskum reiðaríi, sum vildi hava bjargingarløn fyri at hava hjálpt einum donskum rækjutrolara undir Eysturgrønlandi í 2007.
Í mars í 2007 kom fitt av sjógvi í rækjutrolaran Ocean Tiger, sum var á rækjuveiði undir Eysturgrønlandi. Ein norskur trolari, Remøy Viking, kom og setti pumpur umborð á danska trolaran og sigldi so undan honum út úr ísinum.
Nakrar vikur seinni fekk reiðaríið hjá Ocean Tiger eina rokning upp á 3,5 milliónir krónur frá norska reiðarínum fyri bjargingarløn.
Danska reiðaríið vildi ikki gjalda og helt uppá, at støðan var ikki hættislig, og at tað er vanligt, at skip hjálpa hvør øðrum.
Ta niðurstøðuna kom Sjó- og Handilsrætturin eisini til í gjár.