Fyrr í vikuni boðaðu tey á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu frá, at fólk, sum ynskja læknaviðtalu, gera best við at støkka inn á gólvið fyri at fáa orð á læknan.
Sagt varð, at Anneke Højrup er til arbeiðis í læknaviðtaluni, men at hon er ógvuliga avmarkað, tí eingi heilsustarvsfólk eru á skrivstovuni.
- Tí hevur hon eisini torført við at taka telefonina. Tað ber til at ringja og vóna, at hon tekur telefonina, men helst er betri at støkka inn á gólvið.
Í dag liggur nýggj fráboðan á heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - og her verður ásannað, at skipanin við at støkka inn á gólvið riggar ikki.
- Anneke Højrup, sum er einsamøll í læknaviðtaluni, boðar frá, at hon tekur telefonina millum klokkan 9 og 10. Hevur tú brúk fyri lækna, ber til at biðja um tíð við at ringja á tlf. 477040.
Sambært heimasíðuni leggur kommunulæknin aftrat, at fólk, sum skulu hava heilivág, gera best við at koma við einum seðli við heilivágnum, sum vantar og leggja seðilin inn á skrivstovuna.
Lesið eisini: https://www.in.fo/news-detail/stoekk-inn-a-golvid-til-laeknan