Eftir drúgva tænastu hjá Strandfaraskipum Landsins, leggja báðir skipararnir umborð á Smyrli nú árarnar inn.
Tað eru teir báðir, Pauli Larsen av Tvøroyri, ættaður úr Porkeri, og Hanus Lassen úr Klaksvík.
Pauli Larsen mynstraði av seinasta túrin, tá Smyril klokkan 11.30 í morgun kom aftur á Krambatanga. Hanus Lassen siglir sín seinasta túr á Syftunsøku, 2. juli. Eisini hann mynstrar av á Krambatanga klokkan 11.30 tann dagin.
Báðir hava havt drúgva tænastu umborð á bæði Smyrli og Teistanum, gomlu Mols-bátunum. Umframt eitt stutt tíðarskeið í 1980/81, tá Pauli var skipari umborð á Smyrli í uttanlandssigling, hevur hann verið fast umborð í 21 ár.
Hanus Lassen hevur enn drúgvaru tænastu hjá Strandferðsluni, heili 36 ár.
Samstundis hevur leiðslan á Strandferðsluni sett Erland Mørkøre í starv sum skipara umborð á Smyrli. Suðuroyarfjørður er tó ikki ókendur fyri Erlandi, tí hann siglur sum yvirstýrimaður og skipari umborð Smyrli og var áður við Teistanum og gamla Smyrli.
Hann byrjaði hjá Strandferðsluni 2. juni 1982 sum skipari við Ternuni um Leirvíksfjørð.
Eisini var hann í Trinidad við Teistanum í 1982/3. Hann byrjar í nýggja starvinum 9. juli í ár, upplýsir Strandferðslan.