Skiparin stýrdi skútuni

Fyrstu løtuna sýndi Óli Johannesen ein slíkan aggressivitet, at dómarin mátti tala at. Men hetta var eisini við at markera fyri mótstøðuni, at teir einki skuldu taka fyri givið. Og restina av dystinum varð bæði lið og verja stýrd við harðari hond av tvøramanninum, sum í einum góðum liðavriki var stóri maðurin

spælaraummæli

1. Jákup Mikkelsen, B36 (37 dystir/0 mál)
Var sum vant tryggur aftasti skansi hjá føroyska liðnum. Tó at stútarin við fyrsta málið ikki var so langt úti í síðuni, so var hann sera trupul hjá einum málverja at fáa fatur. Var púrasta seldur við 2- og 3-1 málini, men hevði ímillum hesi eina bjarging í heimsflokki, eins og hann í tveimum førum kom væl út at órógva leysar mótstøðumenn. Í spælinum við beinunum var hann sum vant tryggur, og var tí í nógvum førum støðin, har føroysku álopini byrjaðu. Eisini uppspælið til føroyska málið.
2. Súni Olsen, GÍ (19/1)
Gøtumaðurin vann sær í fjør støðu sum ein av allar fremstu spælarum okkara, og hendan flokkin hoyrir hann framvegis til. Var sera tryggur í verjupartinum, har viðføddi bólttryggleikin eisini ger, at hann ofta kann byrja nýtt uppspæl, tá bólturin er vunnin, heldur enn bara at sparka burtur. Hevði eina ferð frísparksroynd í góðari støðu, men tíverri endaði hendan í einum ov nær plaseraðum sveisiskum manngarði.
3. Atli Danielsen, KÍ (9/0)
Varð fyri fyrstu ferð í byrjunaruppstillingini í týðandi dysti, og fyri tað nógva kom ungi klaksvíkingurin eisini heilt væl frá hesum. Serstakliga fyri steðgin var hann fleiri ferðir væl við í føroyska spælinum, eins og hann vísti góða styrki í nærdystunum. Eftir steðgin fánaði hann tó nakað, og við møðini komu fleiri villur í spælið, men sum heild má sigast, at hann stóð royndina, og einki er at ivast í, at fleiri stórar altjóða bíðar fyri framman.
4. Johan Byrial Hansen, Horsens BK (12/0)
Varð maðurin, sum skuldi loysa Pól Thorsteinsson av á høgra bakki, og í verjupartinum var ikki so nógv at seta fingrar á. Eitt ógvusligt - men neyðugt - fríspark tíðliga í dystinum gav gult kort, men annars hevði hann fyri tað mesta gott tak á beinleiðis mótstøðumanninum. Fram eftir vøllinum restar tó enn nakað í hjá Johan, har hann ofta fellur til at senda bleytar langar sendingar beint niðan, heldur enn at leggja bóltarnar út í borðini.
5. Jón Rói Jacobsen, BK Frem (21/0)
Var sum vant sera tryggur í verjupartinum, har hann og Óli Johannesen at kalla einki góvu frá sær. Kvikleikin ger, at hann er trupul at renna av hjá mótstøðuni, og góða spælskilið ger hartil ofta, at hann kann bróta álopið, áðrenn bólturin er komin fram til álopsspælaran. Hevur tó framvegis rúm fyri betranum í avspælinum, har talan dekan ov ofta gjørdist um adressuleysar bóltar.
8. Rógvi Jacobsen, KR (31/6)
Sýndi enn einaferð ótrúliga máltevið, tá hann aftur var rætti maðurin á rætta staðnum. Og við sætta landsliðsmálinum er hann av álvara farin at hótta »gomlu« málrevarnar. Gjørdi annars mest um seg í luftspælinum, har hann fult og heilt matchaði annars sterku sveisku mótstøðumenninar, og var á hendan hátt eisini við í uppspælinum til útjavningina. Tykist hartil eisini at vera í sera góðari venjing og megnaði tí at spæla allar 90 minuttirnar, hóast plássið sum hangandi áleypari kravdi sera nógva renning.
7. Fróði Benjaminsen, B36 (31/2)
Var sum vant annar av sentralu miðvallarunum, og sum vant, so var hann ein týðandi sambindingarliður í føroyska spælinum. At hann samstundis er kompromis-leysur í nærdystunum eins og hann dugir at gera tey neyðugu lítlu (og onkra tíð stóru) fríspørkini á miðvøllinum hevur so eisini við sær, at mótstøðumenninir ikki til stuttleikar fara í hornatøkur við toftamannin.
9. Jákup á Borg, HB (38/2)
Situr enn tryggur á plássinum á høgra miðvølli, men ger tað í løtuni ikki eins sannførandi, sum hann hevur gjørt tað fyrr. Fram eftir tykist hann ofta nøla tann brotpartin av sekundi, sum fyrr skapti honum avgerandi fyrimunin, og tí sleppur hann ikki eins væl til vandamiklu innleggini. Hinvegin var hann eina ferð fyri steðgin nær við at skora, tá hann søkti inn í vøllin við innkast vinstrumegin. Í verjupartinum arbeiddi hann sum vant hart, men serliga fyrsta partin av dystinum hevði hann her fleiri ferðir lyndi at selja seg.
10. Claus Bech Jørgensen, Coventry FC (4/1)
Vísti enn einaferð, at hann er ein rimmar-fongur hjá føroyska landsliðnum. Hevur skjótleikan, bóltførleikan og frekleikan til at bjóða av. Og takka verið einum ótrúligum evni at halda fast í bóltinum, sleppur hann eisini aloftast gott frá royndunum. Dugdi í mun til fleiri aðrar dystir eisini nógv betri at halda breiddina í spælinum. Nýtir eina øgiliga orku í spælinum, og tí var útskiftingin ikki óvæntað.
11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (17/1)
Hevði ótakksama leiklutin sum einsamallur álopsspælari, og tí var sera avmarkað, hvussu nógv av veruligum bóltum hann fekk at arbeiða við. Stríddist sera væl, og fyri steðgin var hann í tveimum førum sera nær við at skapa sær veruligar møguleikar. Tað tykist tó vera ein vansi, at hann er púrasta eitt-beintur, og tí skal bólturin helst liggja til rætta beinið, áðrenn spælt verður víðari, og tað varð revsað nakrar ferðir.
12. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (21/2)
Fekk eins og Jónhard sein-astu 20 minuttirnar, og var somuleiðis partur av uppspælinum til føroyska málið. Hevði kanska óvandan leiklut sum kantstpælari, og sum heild var tíðin ov knøpp til at geva veruligt skoðsmál.
13. Óli Johannesen (71/1)
Sum vant var føroyski liðformaðurin sera tryggur í verjupartinum. Tykist vera sera væl fyri í ár, og sýndi eisini fyrstu løtuna ein slíkan aggressivitet, at dómarin mátti tala at. Hetta var tó eisini við til at siga mótstøðumonnunum, at teir ikki skuldu taka nakað fyri givið, og tí tænti hetta eisini sínum endamáli. Restina av dystinum var talan um sera disciplinerað verjuspæl, har mótstøðan millum lítið og einki fekk spælt ígjøgnum verjuna.
14. Heðin á Lakjuni, KÍ (12/1)
Fekk seinasta korterið á vøllinum sum avloysari fyri Claus, men fekk ikki sett seg veruliga ígjøgnum. Partvíst tí tíðina á vøllinum var so knøpp, men eisini tí hann tóktist hava trupulleikar at fylgja við leikferðini.
15. Jónhard Frederiksberg, Skála (8/0)
Kom á vøllin seinastu 20 minuttirnar, og fekk alt fyri eitt avgerandi ávirkan. Hetta tá hann fyrst vann bóltin fyri síðani at leggja innfyri í uppspælinum til føroyska málið. Hevði seinni eisini eina framúr knappa roynd at javna til 2-2, men tíverri rakti hendan beint á kløkka sveisiska málverjan.