Skitna vatnið í Seinen forðar OL-venjing

Svimjivenjingin í Seinen í dag er avlýst undan OL-stafettkappingini hjá triathletum mánadagin

Soleiðis sá Seine út leygardagin. Mánadagin fara triathletararnir at hoppa í vatnið aftur, um alt gongur sum vónað. - Mynd: Sina Schuldt/Ritzau Scanpix

Tá triathletararnir hoppa inn í Seine á OL-stafettkappingini mánadagin - um teir sleppa - hava teir ikki havt møguleika at fyrireika seg til svimjingina í nærumhvørvinum, sum bíðar teimum.

Venjingin sunnudagin í Seinen er, eins og venjingin leygardagin, avlýst vegna heilsuna hjá triathletunum. Vatngóðskan er framvegis ónøktandi, eftir at tað regnaði illa í París mikudagin og hósdagin.

Tað sigur OL-fyriskiparin sambært Reuters.

Tí mugu triathletararnir enn einaferð sláa seg til tols við súkklu- og rennivenjing sunnudagin, um teir ikki vága sær í almennan svimjihyl.

Fyriskiparin satsa framvegis uppá, at Seinen er nóg rein til at tað er trygt at hoppa í ánna í Paris mánadagin, tá ið svimjað verður um OL-málm.

- Vit vænta, at umstøðurnar fara at batna, eru stuttu boðini.

Eisini í upptaktini til triathlon kappingarnar hjá einstaklingum vórðu venjingarnar í Seinen avlýstar. Vatngóðskan vísti seg at vera nóg góð, at kappingin kundi haldast mikudagin við 24 tíma seinking.

Svimjing í ánni hevur verið bannað í meira enn 100 ár, men býráðið í París hevur brúkt nógva orku upp á at reinsa Seinen áðrenn OL.

Seinastu tíggju árini verður mett, at umleið tíggju milliardir krónur eru brúktar til at betra um vatngóðskuna. Tað hevur tó ikki hjálpt, at kloakkskipanin í býnum flýtur yvir, tá tað regnar illa, og hetta førir í síðsta enda til, at kloakk rennur inn í Seinen.

/ritzau/

 

Soleiðis sá Seine út leygardagin. Mánadagin fara triathletararnir at hoppa í vatnið aftur, um alt gongur sum vónað. - Mynd: Sina Schuldt/Ritzau Scanpix