Skoraðu ikki

Sámal Joensen iðraði seg eftir dystin um misnýttu GÍ møguleikarnir ? ikki minst tann, sum hann sjálvur hevði

 

Fótbóltur


Einki er at ivast í, at tað er dyggur smeitur hjá GÍ, at Sámal Joensen stóran part av árinum hevur drigist við ein treiskan skaða í rygginum.

Hesin var eisini orsøkin til, at Sámal ikki var á vøllinum frá fyrsta bríksli, men ístaðin varð settur inn móti endanum av dystinum, tá GÍ legði stórt trýst á B36 málið.

Sjálvur helt Sámal tó eftir dystin, at tað ikki hevði nakað við støðuna í dystinum at gera, at hann varð sendir á vøllin.

- Nei, eg hevði so undir øllum umstøðum ætlað mær at spælt. Tað er bara tað, at venjingarstøðan als ikki er nóg góð til 90 minuttir, tí eg havi vant millum lítið og einki síðani í vár.


Skuldi skorað

Hvussu var og ikki, so tóktist tað í øllum førum at økja um GÍ-trýstið, og Sámal átti so eisini ein gyltan møguleika at skora, tá einir fimm minuttir vóru eftir at spæla. Spurdur, hvat hendi, vóru boðini frá Sámali á leið tey, sum roknast kundi við.

- Handan møguleikan skal eg sjálvandi skora uppá. Tað er alt ov vánaligt, at eg ikki fái skumpa hann í málið. Yvirhøvur haldi eg, at um vit skoraðu upp á okkara møguleikar, so høvdu vit eisini vunnið dystin.

- Enn er tó einki avgjørt. Kappingin er framvegis púrasta opin, og tað haldi eg eisini, at hon hevði verið, um so var, at vit høvdu vunnið dystin, segði Sámal Joensen at enda.