John McGinn skoraði einsamalla málið í dystinum, tá Skotland vann 1-0 á Haiti og fekk sín fyrsta HM-sigur í 36 ár. (Mynd: Winslow Townson/Ritzau Scanpix)

Skotland fekk fyrsta HM-sigurin í 36 ár

Skotland hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko.

John McGinn skoraði einsamalla málið í dystinum, tá Skotland vann 1-0 á Haiti og fekk sín fyrsta HM-sigur í 36 ár. (Mynd: Winslow Townson/Ritzau Scanpix)

Í nátt vunnu skotar 1-0 á Haiti í Foxborough í USA og fingu harvið sín fyrsta HM-sigur síðani 1990.

Hetta var eisini fyrsta ferðin síðani HM í 1998, at Skotland hevur skorað í einum HM-endaspæli.

Tað var John McGinn, sum gjørdist stóra hetjan hjá skotunum. Eftir ein hálvan tíma endaði bólturin hjá honum eftir eitt skotskt álop, og við hjálp frá einum haitiskum verjuleikara fór bólturin í málið.

Haitiska verjan hevði í fyrstu atløgu vart fyri einum skoti, men bólturin datt út til McGinn, sum royndi seg móti málinum. Á vegnum broytti bólturin kós eftir at hava rakt ein verjuleikara, og málverjin Johny Placide hevði ongan møguleika at bjarga.

Skotland hevði tamarhald á stórum pørtum av dystinum og helt fast um leiðsluna til síðsta bríksl.

Skotarnir vóru í sama undankappingarbólki sum Danmark, sum tó ikki megnaði at spæla seg til HM-endaspælið.

Við sigrinum leggur Skotland seg á odda í bólki C við trimum stigum. Brasil og Marokko hava eitt stig í part eftir javnleikin 1-1, meðan Haiti er aftast uttan stig.

 

John McGinn skoraði einsamalla málið í dystinum, tá Skotland vann 1-0 á Haiti og fekk sín fyrsta HM-sigur í 36 ár. (Mynd: Winslow Townson/Ritzau Scanpix)