Sum vit áður hava greitt frá á Portalinum, hevur Tórshavnar Kommuna keypa eina skoytibreyt, sum skal setast upp onkustaðni í Havn men eitt sindur av orðaskifti hevur verið um, hvar tað er best at seta hana. Ymisk pláss eru nevnd, men undir øllum umstøðum hevur ætlanin verið at seta hana væl fyri í býnum, har nógv fólk er.
Og nú sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, fyri Rás2, at í fyrsta umfari væntar hann, at hon verður sett á Skálatrøð, upp ímói berginum.
- Breytin krevur bæði el, vatn og ljós, og á Skálatrøð er lætt er at gera íbindingar, sigur hann.
Hann heldur annars, ar fólk eru spent uppá at breytin kemur, og nógv hava ligið framvið at sleppa at leiga skoytur út, og onnur hava skotið upp at selja bollar og kakao við breytina.
Skoytibreytin er 25 ferður 30 metrar til støddar og hon kemur higar til lands 10. januar. Væntandi er, at tað fer at taka einar 10 dagar at seta hana upp.
Ætlanin er, at hon skal standa uppi einar tveir, tríggjar mánaðir um árið.
Hóast ætlanin er, at skoytibreytin verður sett á Skálatrøð er væl trúligt, at hon seinni verður flutt, tí summi halda, at í longdini hóskar best, at stendur á ítróttarøkinum.