Aftur í ár fer Klaksvíkar býráð at heiðra ein av sínum egnu, tá mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls verður latin.
Fyrstu ferð, hon var latin, var farna gamlaárskvøld, tá Hanus G. Johansen fekk heiðurin.
Við Norðlýsið sigur Birna Joensen, ið vegna Norðoya Kunningarstovu stendur fyri fyrireikingunum, at fyrireikingarnar hava gingið væl og at fólk hava verið positiv.
Haldið verður, eins og undanfarna ár, á Posthúshjørninum, og skráin er hendan:
Kl. 22.30: Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein spæla og syngja.
Kl. 23.00: Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handar Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls.
Kl. 23.30: Hallur Joensen og Beddi Hansen spæla og syngja.
Kl. 00.00: Norðoya Bjargingarfelag skjýtur nýggjárið inn.
Beint eftir fýrverkið verður felagssangur við Steintór Rasmussen.