Skráin til Undurfagra mai 2026 er nú klár

Tíðindaskriv:

 

Um tvær vikur fer Vága kommuna aftur at varpa ljós á tað, sum bindur okkum saman – náttúra, mentan og felagsskapur. Nú er skráin til Undurfagra mai 2026 klár, og enn einaferð liggur ein fjølbroyttur og innihaldsríkur mai mánaður fyri framman við upplivingum í allari kommununi.

 

Undurfagri mai er eftirhondini vorði eitt fast og væl rótfest trivnaðarátak, sum ár undan ári skapar lív og rørslu í bygdunum. Skráin í ár fevnir bæði um tað, vit kenna og gleða okkum til, og tað nýggja, sum flytir okkum eitt sindur víðari, fær okkum at hugsa og undrast.

 

Vit gleða okkum til tiltøk, har vit kunnu hittast úti, røra okkum, fáa mold undir fingarnar, sand millum bibburnar ella hugsavna okkum við máling og stokkum. Skráin fevnir breitt, men er ikki ætlað sum ein listi, har alt skal roynast – heldur ein innbjóðing at finna sær tað, sum gevur meining: eitt lítið brot her og har, ein løta saman við øðrum, ella ein uppliving, sum situr eftir.

 

Aftur í ár verða væl umtókt tiltøk á skránni, so sum sólarheilsan, sólseturskaffi, smákyktatúrur og ein røð av konsertum. Samstundis verða nýggj átøk roynd, sum vísa á eina livandi og framfúsna kommunu – eitt nú felags velting bæði norðuri á Heiðum í Miðvági og norðuri í Sørpum í Sandavági.

 

Heitið er ikki tilvildarligt. Tað stavar frá yrkingini hjá Tummas N. Djurhuus – “Áh, tú undurfagri mai! Eggfult tjaldursreiður…” – og fangar júst hesa serligu kensluna av vári, lívi og nýggjum byrjanum.

 

Borgarstjórin, Bjarni Prior, sigur:

Undurfagri mai er eitt gott dømi um, hvat vit fáa burturúr, tá vit lyfta í felag. Tað er breiða samstarvið og viljin at skapa nakað saman, sum ger hetta til nakað serligt – og tað sæst aftur í skránni.

 

Og hann leggur afturat:

Takk til tykkum, sum skipa fyri, fremja, hýsa og luttaka. Tað er júst hetta, sum ger, at Undurfagri mai er blivin tað, hann er í dag. Við ynski um ein undurfagran mai.

 

Fylgið við á facebook- og instagram hjá Undurfagra mai og á heimasíðuni hjá Vága kommunu. Eisini verður ein prentað skrá borin út í hvørt hús í Vága kommunu í komandi viku.

 

Skráin kann takast niður her.