- Vit fara í ár at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær, siga tey í Sjóvar kommunu

Øll í kommununi sleppa at velta í leigulendi

- Vit ynskja, at øll - roynd sum óroynd - skulu hava møguleikan at velta, siga tey í Sjóvar kommunu

- Vit fara í ár at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær, siga tey í Sjóvar kommunu

- Allir borgarar í Sjóvar kommunu fáa nú aftur møguleikan at velta eitt leigað lendi.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu, sum eigur nakað av óbrúktum lendi.

 

- Ætlanin er, at partur av hesum lendi skal kunna gagna borgarunum í kommununi. Talan er um økið við Lághálsar á Strondum, úti móti Raktanga.

 

Sagt verður, at støddin á leiguøkjunum er 50 fermetrar, og leigan er 300 krónur um árið.

 

- Hugsanin er, at leiguøkini hóska væl til eplaveltu, men leigarin kann væl brúka økið til veltu av øðrum slag, eitt nú til grønmeti.

 

Sjóvar kommuna slær og burturbeinir deyðagrasið á leiguøkjunum í næstu viku, viku 17, og frá mánadegnum 27. apríl fær leigarin atgongd til økið.

 

- Ein velta kann leigast fyri hvørt húski. Um tú ynskir at leiga eitt øki, ber til at tilmelda teg á einari leinkju um heimasíðuna - www.sjovar.fo

 

Fólk kunnu eisini tilmelda seg við at ringja á telefon 232725.

 

- Vit ynskja, at øll - roynd sum óroynd - skulu hava møguleikan at velta, og tí fara vit í ár at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

 

- Vit fara í ár at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær, siga tey í Sjóvar kommunu