Skrapt: Festivalur í Havn um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður Skrapt - ein savnan fyri nýhugsandi tónleik og list á mentanarøkinum á Tórsgøtu í Havn. Skráin, sum júst er endaliga kunngjørd, er full av spennandi nøvnum og hendingum.

Fríggjadagurin bjóðar frá kl 19 eina fjølbroytta upplatingarskrá í eksperimenterandi endanum við blandaðum innsløgum frá Forlagnum Eksil og eini røð av elektroniskum nøvnum. Alt nýtt og skrapt og avbjóðandi á hvør sín hátt: Eitt nú elektroniskar framførslur frá ÓG (Óli á Grindafløtti), Nönne og íslendsku Stereo Hypnosis. Umframt audiovisuella sýning frá Witchy Witchery og audiovisuella innseting og framførslu frá Supervisjón.

 

Leygardagin er ein greið tónleikaskrá við 8 konsertum, sum byrja kl 20: Tóra Trónd, sum nýliga hevur markerað seg á føroyska tónleikapallinum. ASA, sum í finaluni til Sement kappingina fyrr í ár varð vald at spæla á SPOT festivalinum í Danmark. Hiphop kollektivið Ókendir, sum komu fram í vár og hava hugtikið við krispy framleiðslum og hugtakandi tekstum. Íslendska Apex Anima, sum ber boð um eina listarliga dansiveitslu, ið má upplivast. Tvímanna pseudo tungmálms punk frá Killer Distiller. Teir fýra í Shitboys, sum Joe kemur á Skrapt við fyri 2. ferð at blása alt um koll. Jazzygold, sum Euro News kallar fyri føroyska svarið uppá SZA. Og eitt DJ sett frá Brynjolfi, føroyska topp skoraranum hvat DJ framførslur viðvíkur síðani byrjanina av nullunum.

 

Sunnudagin lenda vit aftur omaná skrøppu dagarnar uppi í Svimjihylinum í Gundadali.

 

Bjóðað verður frá kl 18- 20 at fara í vatnið ella ikki afturvið ambientum tónum, dempaðum ljósi og mjørkakendum huglagi. Um kvøldið oman í Sirkus til suppu og eitt DJ sett frá áðurnevndu Apex Anima.

 

Til ber at finna alt um Skrapt á www.skrapt.fo– profilar um listafólkini, leinkjur til sosialar miðlar tónleikalistar á fleiri stroymitænastum, atgongumerkir, prísir og so framvegis.

 

(Tíðindaskriv)